Kaldasti juni-dagur í 84 ár

Tey, sum búgva í svenska høvuðsstaðnum Stockholm, máttu leita sær vetrarklæðini fram, um tey skuldu út fyri dyr í dag, tí hóast juni er byrjaður, vístu hitamátarnir bara seks stig í dag.

Svenska veðurstovan sigur, at so kalt hevur tað ikki verið í Stockholm síðani 1928 ella í samfull 84 ár. Veðurmenninir leggja afturat, at teir kunnu ikki ugga fólk við stórvegis broyting í veðrinum, tí tað verður bæði kalt, vindur og avfall teir næstu dagarnar.

Svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, skrivar á sínari heimasíðu, at í hesum kuldanum kom tað væl við, at amerikanski starvsbróðurin, Hillary Clinton, var komin at vitja.