Hetta hevur eisini ført við sær broytingar í samansetingini av ruski og burturkasti. Broytta samansetingin setur eisini nýggj krøv til viðgerð av ruski og burturkasti. Neyðugt er alla tíðina at meta um, hvussu best er at viðgera rusk og burturkast.
Neyðugt er tí við støðugari kunning um hvussu rusk og burturkast skal handfarast og burturbeinast. Kunningin kann gerast upp á ymsar mátar sum t.d. við eini røð av smærri faldarum, sum bóklingur, sum lýsingarherferðir ella á annan hátt.
IRF hevur valt at samansjóða ein kalendara og ein kunningarfaldara. Hvørt ark er skipað sum ein kalendarasíða og ein kunningarsíða. Kalendarin kann sjálvandi nýtast sum ein vanligur kalendari, men harafturat eru hentir upplýsingar um mánastøður, halgi- og merkisdagar, nær klokkan skal flytast v.m. hongdir uppí.
Av tí at allir posarnir ikki verða heintaðir hvørja viku, leggur kalendarin eisini dent á at vísa, nær ymsu ruskposarnir vera heintaðir. Hetta verður gjørt í serstakari talvu ovast í høgra horni á hvørjari kalendarasíðu. Talvan knýtir vikunummarið í kalendaranum saman við, nær ið tann hvíti ella tann grøni posin verða heintaðir í ávísum økjum í landinum. Økini og nýtslan av kalendaranum eru lýst á fyrstu kunningarsíðuni. Tann hvíti ella tann grøni posin verða heintaðir sama dag, sum tann vanligi grái ruskposin verður heintaður.
Myndin á kalendarasíðuni saman við einum stuttum setningi niðast á breddanum vísa til, hvat verður umrøtt á kunningarsíðuni á arkinum t.d. Virkisøkið hjá IRF, Skiljing og endurnýtsla, Tann hvíti posin v.m. Á onkrum av kunningarsíðunum er skemtilig tekning ella faktagluggi.
Sum heild gevur kalendarin eina breiða kunning av virkseminum hjá IRF og eina vegleiðing um, hvussu rusk og burturkast skal handfarast. Kalendarin er tí hentur at hava hangandi á einum hóskandi stað alt 2002.