FARTELEFONI
Kall bjóðar nú øllum føroyingum fartelefon-hald.
Talan er bert um eitt slag av haldi. Orsøkin er einføld tann, at tað kann vera ringt hjá kundum at skilja ímillum ymisk sløg av haldi. Haldið fæst fyri ymiskar prísir. Hevur kundin fastnet hjá Kalli, fær kundin 20% í avsláttri av vanliga prísinum. Henda tænastan verður nevnd Samkall. Kundar við Samkall fáa allar tænastur frá Kalli á einari rokning.
Harumframt fáa kundar, sum hava fleiri enn 1 hald, tey næstu høldini fyri 50% í avsláttri. Í haldinum er eisini enn ein slóðbrótandi tænasta nevnd "Ókeypis korterið". Tað eru 15 ókeypis minuttir at ringja til fastnet- og fartelefonir innanlands, sum felagin fær við í haldinum, hvønn mánað. Minutprísurin verður annars tann sami dag og nátt.
Haldið hevur eisini flest allar tænastur ókeypis. T.e. Vís nummar, Nummarloynd, SMS-boð, Boðklivi, Dátaflutningur, Víðaristilling, Boðtóni, sperr, parkering, fleirpartasamrøða og altjóða reiking.
Tað er ókeypis at stovna haldið. Kall hevur í hesum vikuni sent yvir 4000 brøv til kundar, har teir fáa boðið at stovna fartelefonhald. Harumframt fer tað at bera til at stovna haldið hjá Elding í SMS, Runavík og í Klaksvík og hjá J.S. Radio í Handilskjarnanum.
Kall ger næstu mánaðirnar altjóða avtalur við útlendskar televeitarar. Hesar avtalur hava við sær, at til ber at hava fartelefonina við tær uttanlands; tað sum kallað verður altjóða reiking.
Síðani 21. november í fjør hevur Kall bjóðað kundum fartelefoni. Fyrsta tænastan var Frælsi - talutíðarhald og higartil hava yvir 4.000 felagar roynt hesa tænastu.