Anfinn Kalsberg, løgmaður, sendi í gjár Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, bræv. Í brævinum greiðir løgmaður frá, at undir vitjan Poul Nyrups í august í fjør varð avgjørt, at tá politisku og umsitingarligu fyrireikingarnar vóru komnar undir land, skuldu skuldi løgmaður seta seg í samband við forsætisráðharran fyri at fáa í lag fund.
Málið er nú í uttanlandsnevndini og landsstýrið er komið so mikið langt við fyrireikingunum, at løgmaður í brævinumheitir á Nyrup, um at fundur verður millum landsstýrið og donsku stjørnina í mars í ár.
Finna semju
Løgmaður hevur á skránna fyri fundin sett 3 punkt.
Landsstýrið leggur fram uppskot um millumlandasáttmála. Eisini kemur landsstýrið við uppskoti um tíðarætlan og ymsum um, hvussu samráðingarnar fara fram.
Landsstýrið vil fegið, at semja fæst á fyrsta fundinum um hetta síðsta. Tað vil siga punkt 2 og 3, sum á donskum eru soljóðandi: forslag til tidsplan og praktiske forhold for forhandlingsforløbet og forslag til retningslinier for forhandlingerne.
Í Føroyum ella í Danmark
Í brævinum til forsætisráðharran vónar løgmaður, at Poul Nyrup Rasmussen hevur møguleika at seta tíð av til fund í Føroyum ella í Danmark millum 13. og 24. mars 2000.
Brævið frá løgmanni til forsætisráðharran var sent klokkan 13 í gjar, tann 8. februar 2000.
Løgmaður sendi í gjár danska forsætisráðharranum soljóðandi skriv:
?Under statsministerens officielle besøg på Færøerne i august 1999 diskuterede statsministeren og lagmanden spørgsmålet om de forestående suverænitets forhandlinger.
I denne forbindelse aftaltes der, at så snart Færøernes Landsstyre havde foretaget de nødvendige administrative og politiske forberedelser, ville lagmanden tage kontakt til statsministeren med henblik på at aftale parternes første møde. Dette er også i overensstemmelse med aftalen af juni 1998.
Sagen behandles nu i lagtingets udenlandsudvalg, og Landsstyret er nu nået så langt med forberedelserne, at jeg vil anmode statsministeren om, at der afholdes et møde mellem det færøske landsstyre og den danske regering i marts 2000.
Lagmanden vil på mødet præsentere:
?landsstyrets oplæg til traktat
?forslag til tidsplan og praktiske forhold for forhandlingsforløbet
?forslag til retningslinier for forhandlingerne
Landsstyret ser gerne, at parterne ved dette første møde finder en fælles forståelse for punkt to og tre.
Forhåbentlig har statsministeren mulighed for at afsætte tid til møde, i Danmark eller på Færøerne, i perioden mellem den 13. og 24. marts. Jeg ser derfor frem til at høre fra dig.?
Tinganes, hin 8. februar 2000
Løgmansskrivstovan