Kalt í vikuskiftinum

Eitt látrýst sunnanfyri Ísland flytir seg í ein landsynning móti Skotlandi og kaldari luft streymar frá landnyrðingi og norði. Eitt hátrýst mennist yvir Ísland og flytur seg í vikuskiftinum yvir Føroyar og fer framvið.

 

Veðrið í dag, fríggjadagin.Tað verður andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8-13 m/s. Skiftandi skýggj og ælaveður. Hitin um dagin verður at liggja millum fimm og átta stig Um náttina minkar hitin niður í tvey til fimm stig.

 

Veðrið leygardagin. Tað verður andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8-13 m/s. Skiftandi skýggj við ælum og møguleika fyri kava í fjøllunum. Hitin um dagin fer at liggja millum fimm og átta stig, sum fellur niður í tvey til fimm stig um náttina.

 

Veðrið sunnudagin. Tað verður eitt gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s, sum minkar niður lot og andøvsgul, um 6 m/s, við møguleika fyri ælum. Hitin fer at liggja millum fýra og sjey stig. Um náttina verður klárari skýloft og hitin fer niður móti frostmarkinum.