Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Kamala Harris, sigur, at hon ætlar sær ikki at stilla uppaftur á guvernørvalinum í heimstati sínum, Kalifornia, næsta ár.
Tað merkir, halda útlendskir miðlar í kvøld, at hon letur dyrnar standa opnar til einari nýggjari roynd at gerast amerikanskur forseti á valinum, sum verður í 2028.
Hetta vita fleiri tíðindastovur at siga í kvøld, eitt nú tíðindastovan, AP.
- Seinastu seks mánaðirnar havi eg brúkt nógva tíð at hugsa um, hvør besti mátin hjá mær er at stríðast fyri amerikanska fólkinum og fremja tey virðir, sum eg standi fyri.
Hetta sigur hon í einari útsøgn í dag, sum útlendskir miðlar endurgeva.
##med2##
Á amerikanska forsetavalinum seinast tapti Kamala Harris fyri sitandi forseta, Donald Trump. Hon var annars varaforseti í skeiðnum hjá Joe Biden.