Kambur størsta veiðivirði

Hetta er annað árið á rað, at línuskipini, Kambur og Stapin, eru bestir og næst bestir í veiðivirði millum línuskipini.

Í fjør fiskaði Kambur fyri slakar 16 miljónir krónur og Stapin, sum var næstur í veiðivirði, fiskaði fyri slakar 14 miljónir krónur. Í ár er veiðivirðið hjá Kambi 16,5 miljónir krónur, meðan veiðivirðið hjá Stapanum liggur beint niðan fyri 16 miljónir.

Hetta er soleiðis annað árið á rað, at skipini, sum Kristmund Johannesen er reiðari á, eru best og næst best í línuskipaflotanum. Skiparar eru ávikavist, Mortan Mortensen og Jákup E. Eidesgaard, sum báðir búgva á Eiði.

Bæði formaðurin í Felagnum Línuskipum, Jóhannus M. Olsen og reiðarin á Kambi og Stapanum, Kristmund Johannesen, siga, at tað serliga er veiðan á djúpum vatni eftir longu og brosmu, sum hevur gjørt árið í ár til eitt frægari ár enn í fjør.

Mortan Mortensen og Jákup E. Eidesgaard eru royndir skiparar við føroyskum línuskipum. Teir eru nærlagdir - við góðum reiðara og góðari manning, heilt úr lastini um maskinrúmið og upp á dekkið.

Línuskipið Klakkur, sum brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen, skiftast um at føra, man liggja á einum triðjaplássi í røðini millum línuskip, ið eiga størsta veiðivirði í 2011. Klakkur hevur fiskað fyri slakar 14,5 mijónir krónur í ár.