Kambur á veg á Flemish Kap

Føroyingar eiga umleið 400 tons eftir at fiska á Flemish Kap, og Kambur er nú á veg yvir aftur á sín fjórða túr í ár

Føroyska toskakvotan á Flemish Kap er komin væl við hjá fleiri føroyskum línuskipum. Av samlaðu kvotuni á 3.154 tons, eru nú eini 400 tons eftir at fiska. Hetta svarar til einar tveir ella tríggjar línutúrar.
Línuskipið, sum hevur gjørt flestu túrar á Flemish Kap í ár, er Kambur við Mortani Mortensen sum skipara.
Kambur er í løtuni á veg yvir aftur á Flemish Kap, og hetta man vera hin fjórði túrurin hjá skipinum har yviri í ár. Línuskipið hevur verið fult undir lúkurnar á hvørjum túri á Flemish Kap.
Onnur línuskip hava eisini gjørt góðar túrar har yviri í ár og hava soleiðis notið gott at føroysku toskakvotuni har yviri.
Hesin møguleiki er komin væl við hjá føroyska línuskipaflotanum sum annars hevur havt nøkur strævin ár, tí bæði toska-og hýsuveiðan hava svikið.
Tað eru eisini línuskip, sum hava fingið minni burtur úr møguleikunum á Flemish Kap, og her er Jákup B eitt dømi. Stutt, áðrenn skipið var á fiskileið har yviri, fingu teir maskinbrek sum førdi til, at skipið mátti sleipast heimaftur til Føroya.
Fólk, sum hava fylgt við gongdini hjá línuskipunum, hava lagt til merkis, at væl er fingið á djúpum vatni undir Føroyum, og her hevur verið hildið, at tað hevur havt sína ávirkan, at norsk línuskip ikki longur fiska undir Føroyum, nú Føroyar og Noreg ikki hava havt sínámillum fiskirættindasáttmála orsakað av toganini um pelagiska tilfeingið.
Nú føroyska toskakvotan á Flemish Kap skjótt er uppi, stundar heystið til, og tí er at vóna, at veiðan undir Føroyum fer at roynast í tíðini sum kemur.