Fótbóltssambandið hjá Kamerun, Fecafoot, hevur biðið um at fingið fleiri av leikarunum á kamerunska liðnum kannaðar fyri matchfixing.
Tað er serliga dysturin hjá Kamerun móti Kroatia, ið er undir mistanka fyri matchfixing. Ákoyringarnar koma frá Wilson Raj Perumal, ið er dømdur fyri matchfixing. Áðrenn dystin móti Kroatia segði Wilson Raj Perumal at Kamerun fór at tapa dystin 4-0 og at ein leikari fór at verða útvístur.
Og júst hesi bæði tingini, hendu í dystinum móti Kroatia. Í fyrra hálvleiki av dystinum fekk Alex Song reyða kortið hjá Kamerun, fyri at smekka albogan í ryggin hjá áleyparanum hjá Kroatia, Mario Mandzukic. Í sama dysti royndi verjuleikarin hjá Kamerun, Benoit Assou-Ekotto at skalla viðleikarin hjá sær Benjamin Moukandjo.
Hóast talan bert er um gitingar enn, skilst at tað kann vera talan um avtalað spæl hjá kamerunsku leikarunum.
FIFA hevur einki gjørt við málið enn.