Kammerkoret, Aalborg Universitet hevur sítt støði í Musikstuderendes Kammerkor, sum við tilknýti til Aalborg Universitet varð stovnað í 1995 við tí endamáli at geva tónleikalesandi høvi til at fremja kórsang á høgum støði. Í sínum virksemi hevur kórið mest lagt seg eftir nútíðar norðurlendskum kórtónleiki, men hevur eisini havt klassisk stórverk á skránni, eitt nú Mozarts Requiem í samarbeiði við Det jyske Kammerkor, sum Mogens Dahl stovnaði í 1982, og Aalborg Symfoniorkester í 1998.
Musikstuderendes Kammerkor gjørdi fleiri uttanlandsferðir – eitt nú til Fraklands, Spania, Ísrals, Japans og eisini til USA. Í samvinnu við føroysk og íslendsk kór var kórið á vitjan í Føroyum í Íslandi í 2002. Árið fyri, í 2001, vann kórið fyrstu virðisløn á europeiskari kórstevnu í Kalundborg.
Frá apríl í ár hevur kórið skift navn og arbeiðslag. Kammerkoret, Aalborg Universitet
hevur ikki fast tilknýti til Institut for Musik, fer ikki at hava regluligar vikuvenjingar, men fer heldur undir størri tónleikatiltøk við skiftandi kórleiðarum. Nú á Føroya-ferðini er tað tó kórsins fasti dirigentur seinastu árini Mogens Dahl, sum stjórnar.
Mogens Dahl hevur útbúgving frá lærda háskúlanum í Århus og frá Det jyske Musikkonservatorium og hevur harumframt vunnið sær førleika bæði í kór- og orkesturleiðslu hjá gitnum dirigentum uttanlands, eitt nú hjá navnframa Eric Ericsson í Stockholm og Jorma Panula á Sibelius Akademiinum í Helsingfors.
Umframt sítt fasta tilknýti til Aalborg Universitet og Den Jyske Operas Kor í Århus var M. Dahl eitt skifti gestaprofessari við Universistetið Belo Horizonte í Brasilia. Hann hevur stjórnað gitnum kórum sum danska og svenska útvapskórinum, hevur framt orkesturverk víða um í Danmark og hevur havt leikistarligar uppgávur innan operaheimin í Danmark, Svøríki og Týsklandi til live-framførslur eins og til útvarps- og sjónvarpssendingar.
Føroyskir kórleiðarar kenna væl Mogens frá einari røð av kórleiðaraskeiðum nøkur ár herfyri, sum eftir roynd endaði við próvpappíri til tey skeiðluttakandi.
Seinasta stigið á yrkisleiðini er fullgjørdi dreymurin um ein Mogens Dahl Koncertsal, ið nú verður rikin sum einasta privata konserthøll í Danmark.