Kampingplássini mugu brúkast

Útlendskir kampinggestir eiga at verða vístir til kampingplássini, heldur enn at seta bilar og vognar frá sær á øðrum almennum støðum, ið ikki eru ætlað til kamping, halda kampingfólk.

Eiðis kommuna hevur nú sett forboð fyri, at ferðafólk gista um náttina á almennum støðum aðrastaðni í bygdini, enn á kampingplássinum. Hetta er nakað, kampingfólk eisini frøast um.

Ivan Skorheim, formaður í kampingfelagnum Camping.Fo, vísir í lesarabrævi á, at eingin orsøk er hjá ferðafólkum at gista aðrastaðni um náttina enn á kampingplássunum, tí tey eru sera góð og hava allar hentleikar.

Tí vildi hann ynskt, at fleiri kommunur og tað almenna annars, vildu gjørt meira við at víst útlendskum kampistum á nærmasta kampingpláss. - Inntøkurnar kundu komið kampingplássunum til góðar, so tey kundu betrað sínar umstøður uppaftur meira, heldur hann.

Eisini Martin Kúrberg, ið saman við konuni, Herthu, rekur kampingplássið á Mølini á Eiði, ásannar, at tað eru ov nógvir kampingvognar og -bilar, ið eru at síggja aðrastaðni um næturnar, enn á teimum góðkendu kampingplássunum.

Hoyr samrøðu við teir báðar við at trýsta á pílin undir myndini.