Kann fara at merkjast í samgonguni

Heðin Mortensen ivast í, um Annika Olsen fer at megna at standa ímóti trýstinum hesaferð

 

– Vissi hatta er politikkurin hjá Tjóðveldi og Framsókn, so fari eg eisini at føra politikk, sum tað hóvar mær.

 

Tað sigur Heðin Mortensen, tá vit spyrja hann, um stigið hjá Tjóðveldi og Framsókn, at seta Javnaðarflokkin og Heðin Mortensen uttan fyri ávirkan, fer at merkjast aftur í samgongusamstarvinum í Løgtinginum.

 

Hann fer ikki at seta samgongu upp á spæl, men hann fer at stríðast til tað síðsta.

 

– Tá Annika Olsen sveik sínar samstarvsfelagar og fór úr Fólkaflokkinum í Framsókn í fjør, megnaði hon ikki at standa ímóti trýstinum. Tað ger hon kanska heldur ikki hesaferð, heldur Heðin Mortensen.