TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd á Rás2 fyrr í kvøld við høvuðsvenjaran hjá ÍF, Jógvan Martin Olsen, sum kann fegnast um ein góðan 3-0 sigur til fuglfirðingar, aftaná mótgongdina, sum hevur verið seinastu tveir dystirnar við 0-4 og 1-6 tapum.
Jógvan Martin Olsen ger greitt, at hetta er fyrstu ferð hann hevur kunnað stillað við fullum liði, og tað gjørdi góðan mun. Hann staðfestir, at talan er um eitt gott avrik hjá ÍF, har hildið var tætt í verjuni, og góð mál vóru skoraði í hinum endanum av vøllinum.
Tað verður munandi hugaligari hjá fuglfirðingum at fara og venja mánakvøldið aftaná ein 3-0 sigur í mun til skrædlini undanfarnu umførini.