Kann gerast ein dyggur smeitur fyri suðuroyingar

Fáa kommunurnar sín vilja, so at vit noyðast at betala fleiri milliónir afturat í havnagjøldum, kann hetta gerast ein dyggur smeitur fyri suðuroyingar, sigur stjórin á Strandferðsluni

Strandferðslan

? Hetta kann fara at raka siglingina hjá Strandferðsluni ógvuliga hart. Ikki minst suðuroyarsiglingina við Smyrli.
Tað heldur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni.
Stjórin á Strandferðsluni er ikki heilt foreintur við, at kommunurnar nú krevja, at Strandferðslan betala fleiri milliónir meiri í ymsum havnagjøldum, soleiðis sum vit hava greitt frá í aðrari grein her í blaðnum í dag.
Hann sigur, at uppgávan hjá Strandferðsluni er at binda oyggjar saman. Men fara kommunur nú at leggja fleiri gjøld á okkum, er tað avgjørt ikki til frama fyri siglingina, sigur hann.
? Tað fer uttan iva at darva siglingini, sigur hann.
Hann sigur, at annars er tað ein politiskur spurningur, hvussu Strandferðslan skal fíggja hesi hækkandi gjøldini.
Spurningurin er, um Strandferðslan fer at fáa eykajáttan til hesi gjøldini, ella um hon má finna peningin í sjálvum rakstrinum.
Eftir uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, er ikki nógv sum bendir á, at ætlanin er at Strandferðslan skal fáa eykajáttan. Í ár er játtanin til Strandferðsluna góðar 66 milliónir, umframt eina eykajáttan. Næsta ár er ætlanin, at Strandferðslan skal fáa góðar 69 milliónir, men tað fer alt til hækkandi lønir og aðrar útreiðslur, sum eru hækkaðar.
Og skal Strandferðslan sjálv betala tey hækkandi havnagjøldini av síni egnu játtan, kann hetta gerast ein stórur smeitur fyri suðuroyingar.
?Nú skal eg ikki gera nakrar niðurstøður í óðum verkum. Men beint nú haldi eg, at tað er mest sannlíkt, at tey hækkandi havnagjøldini mugu skrivast uppá tær leiðir, sum tey raka og tað er fyrst og fremst suðuroyarsiglingin.
? Sostatt fer undirskotið á suðuroyarsiglingini at veksa munandi og tað kann koma at føra við sær, at siglingin verður munandi skerd so at vit fáa hildið játtanina, sigur Kristian Davidsen.
Strandferðslan er í sambandi við tær kommunur, sum hava kravt at gjøldini hækka og eitt nú verður fundur við Tvøroyrar Kommunu í næstum.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri heldur ikki, at kravið frá kommununi er órímiligt, tí Smyril liggur við bryggju á Drelnesi minst helvtina av døgninum.
? Vit halda tí ikki, at tað er órímiligt, at Strandferðslan rindar tað sama sum oljubátar og farmabátar, sum eisini brúka Drelnes, men hóast vit hava kravt 152.000 krónur um mánaðin, fær Strandferðslan nakað í avsláttri, tí að er ikki heilt so nógv, sum hon skuldi goldið av røttum eftir støddini á Smyrli.