Sølan av tollfríum vørum hevur verið ein integreraður partur av rakstrargrundarlagnum hjá flutningsfeløgunum, tað verði seg sjóvegis ella loftvegis flutning. Hetta sama er galdandi fyri Atlantic Airways, har sølan av tollfríum vørum hevur verið við til at halda ferðaseðlaprísunum niðri og tænastustøðinum uppi.
Inntøkurnar av tollfríu søluni av tubbaki hevur verið umleið 10 prosent av rakstrinum í rutunetinum hjá Atlantic Airways seinastu árini, og henda stórar broytingar í inntøkugrundarlagnum hjá felagnum, kemur hetta sjálvsagt at ávirka raksturin í felagnum.
Kann ávirka prísin á ferðaseðlum
Kemur kunngerðin um bann av innflutningi av tollfríum tubbaki í gildi tann 1. oktober, og tað ikki eydnast Atlantic Airways at fáa eina alternativa inntøkukeldu, kunnu avleiðingarnar verða álvarsamar.
Magni Arge sigur, at felagið áður hava biðið um at fáa flutt tollfríu søluna í land til tess at minka um CO2-útlátið og fyri at spara brennievni. Hetta var tá noktað teimum, men nú hevur P/F Vága Floghavn bjóðað rættindini til at hava tollfría sølu í Vága Floghavn út.
- Vit vóna framvegis at tað fer at eydnast hjá okkum at fáa flutt tollfríu søluna í land, og vit fara at liggja framvið at fáa rættindini til at hava tollfría sølu í Vága Floghavn. Tað er av stórum týdningi, at pengarnir verða verandi í samferðslukervinum, sum longu er undir trýsti, men eydnast hetta ikki, kunnu avleiðingarnar gerast álvarsamar, ikki bert fyri felagið, men eisini fyri ferðafólkini, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Stóran týdning fyri raksturin
Í hálvársfrágreiðingini hjá Atlantic Airways fyri 2008 stendur at lesa, hvønn týdning tollfría sølan hevur fyri raksturin í felagnum. Har stendur millum annað at: »Tollfría sølan er týðandi partur av rakstrargrundarlagnum hjá Atlantic Airways. Verður grundarlagið undir hesum rakstri broytt munandi, so minkar eisini búskaparliga grundarlagið fyri rakstrinum. Hetta kann einans vinnast
innaftur umvegis hækkandi ferðaseðlaprísir.«
Afturat hesum stendur eisini at: »Higartil eru ikki framdar broytingar í sambandi við, at Vága Floghavn er flutt í eitt partafelag. Tað er felagsins vón, at flogfelagið og Vága Floghavn fáa í lag góð samstarvsviðurskifti, sum tæna báðum pørtum og harvið eisini teimum ferðandi. Tað er umráðandi heldur at hugsa um samskipan, sum kann spara rakstrarkostnað heldur enn at hækka ferðagjøld fyri brúkararnar.«
Útfrá hesum er týðiligt, at eydnast tað ikki Atlantic Airways at finna aðra alternativa inntøkukeldu, sum kundi verið rættindini at hava tollfría sølu í Vága Floghavn, verður neyðugt at hækka ferðaseðlaprísin, minka um tænastustøðið ella bæði.
Alt ov stutta freist
Magni Arge heldur eisini, at freistin, sum vinnan hevur fingið frá landsstýrinum at tillaga seg í, er alt ov stutt. Um tað eru 14 dagar, sum upprunaliga var ætlanin, ella um tað verður tríggir mánaðir, er næstan líka mikið.
- Freistin er alt ov stutt. At vit ikki fáa neyðugu tíðina til at tillaga okkum nýggju viðurskiftinum, sum koma í gildi 1. oktober, kemur at hava stóra ávirkan á raksturin hjá felagnum. Verður búskapagrundarlagið broytt, og ein integreraður partur av rakstrargrundarlagnum hvørvir úr samferðslukervinum, so henda stórar broytingar. Tað hevur víst seg í seinastuni at ágangurin móti flutningsfeløgunum hevur verið stórur, men tað er mín vón at Bjørt Samuelsen fær ávirkað avgerðina hjá Karsten Hansen, sigur Magni Arge at enda.