Tað skal vera á føroyskum. Ikki danskt.
Àttati ára gamli maðurin úr Ålborg er komin til Føroya á vitjan. Hann hevur verið vitjan hvørt ár í samfull 28 ár. Og tað bilar heldur ikki við at tosa føroyskt.
Erik Ludvigsen er dani, men hann er limur í føroyingafelagnum í Ålborg, lesur føroysku bløðini og nógvar føroyskar bøkur. Seinnu árini er hann eisini farin at gera vart við seg við lesarabrøvum um føroysk viðurskifti.
- Hevur tú næmi fyri málið, so gloymir tú tað ikki, sigur Erik Ludvigsen.
Áhugin fyri Føroyum er bara vorðin størri við árunum. Àrini skulu heldur ikki forða honum at vitja aftur og aftur.
- So leingi eg orki, so komi eg aftur til Føroya, sigur Erik.
Onkuntíð hava børnini verið við, og aðrir tíðir er hann einasamallur í Føroyum. Ferðin er altíð við skipi hjá gamla Skipafelagnum. Føroyski høvuðsstaðurin stendur ikki mát við Vestmanna, Fuglafjørð og Skæling, har Erik sum oftast steðgar á ferðunum til Føroya.
<B STRONG Banka< Føroya fyri stjóri normal"$?$end$!$Pápin>
Erik búði tey fyrstu tjúgu árini av sínum lívi í Føroyum og tók eisini studentsprógv í Føroyum. Foreldrini, Erna og Knud Lugvigsen, búðu í Føroyum árini 1922 til 1945. Pápin stjórnaði Føroya Banka hesi árini. Síðani gingu nítjan ár, áðrenn Erik aftur vitjaði í Føroyum. Síðani tá hava vitjanirnar verið ofta.
- Eg kann ikki verða Føroyar fyri uttan, sigur Erik Ludvigsen.
Erik er útbúgvin løgfrøðingur og hevur millum annað undirvíst við lærda háskúlan í Ålborg og starvast sum advokatfulltrúi.
<B STRONG orðanna< til normal"$?$end$!$Tók>
Síðst í nítiárunum byrjaði Erik at gera vart við seg í føroyska kjakinum við lesarabrøvum.
Nógv av tí, Erik Ludvigsen hevur upp á hjarta eigur at vera balsam fyri eina og hvørja sambandssál.
Erik hevur sínar hugsanir um tingini. Hann hevur plaserað seg mitt í føroysku fjøldina við helvtini við sær og hinari helvtini ógvuliga fjart frá.
- Føroyar hava í dag næstan hundrað prosent sjálvstýri. Alt, sum hevur týdning, ráða føroyingar
sjálvir fyri. Føroyar eru eitt fólk, men ikki ein natión, sigur Erik Ludvigsen.
Hann er púra sannførdur um, at heimastýrislógin er ein frálík lóg. Tað var eisini hendan sama lóg, sum av fyrstan tíð fekk hann at seta eitt lesarabræv í Dimmalætting.
- Eg helt, at so nógv skeivt varð sagt um heimastýrislógina, og tí byrjaði eg at gera vart við meg, sigur Erik.
Erik sigur seg vera glaðan fyri ríkisfelagsskapin, men hann vil ikki leggja seg út í støðutakanina hjá føroyingum. Men tann nógv umtalaði felagsskapurin og spurningar hesum viðvíkjandi binda eina rúgvu av tíð hjá Erik.
Hann er eisini púra sannførdur um, at atkvøðan í 1946 bert var vegleiðandi.
- Tú skalt bara hyggja í bløðini um tað mundið, sigur Erik.
À vitjanini hesuferð legði hann leiðina framvið løgtingið og fylgdi viðgerðini, tá maskinmeistararnir við lóg vórðu koyrdir aftur til arbeiðis.
- Løgtingsmenn siga tað sama við bæði fyrstu, aðru og triðju viðgerð. Tað burdi ikki verið neyðugt við so drúgvum orðaskifti, sigur Erik Ludvigsen.
<B STRONG respons< normal"$?$end$!$Ongan>
Tað er synd at siga, at Erik hevur fingið tær nógvu afturmeldingarnar. Hann hevur rætt og slætt einki aftursvar fingið í føroysku miðlunum fyri sína skriving.
Hví so er, dugir hann ikki rættiliga at svara uppá.
- Tað kann vera tí, at eg skrivi á donskum. Eg dugi at skriva føroyskt, men eg haldi boðskapurin kemur betri fram á donskum, sigur Erik.
Sjálvur heldur hann seg hava dugað væl at prógva sínar útsagnir. Í øllum førum hevur tað ikki verið nakar, ið hevur mótprógvað ella svarað.
Um so fólk svara honum ella ikki, so ætlar Erik sær aftur til Føroya innan leingi.