Kann kosta Mourinho starvið

Tann næsta vikan kann fáa avgerandi týdning fyri venjaran hjá spanska stórfelagnum Real Madrid, Jose Mourinho. Vinnur felagið ikki, kann venjarastarvið rúka. Í kvøld skal Real Madrid spæla ímóti erkafíggindanum FC Barcelona í sponsku steypakappingini, og í næstu viku møtast liðini aftur í kappingini um at sleppa í Champions League-finaluna.

 

Úrslitini av hesum báðum dystunum eru avgerandi fyri Jose Mourinho. Tað heldur í hvussu er fyrrverandi danski landsliðsleikarin og Barcelona-leikarin Allan Simonsen, sum býr í Spania, og sum eisini hevur eina fortíð sum føroyskur A-landsliðsvenjari.

 

-Tapir Real Madrid, er hann fokin. Tí so fær hann sekkin, og tað eri eg als ikki í iva um, sigur Allan Simonsen við TV2.