Kann nakar koppa Regini

Styrkiskappingar: Leygardagin verður avgjørt, hvør er Føroya Sterkasti Maður 1999. Kappingin verður í tveimum. Fyrrapartin verður kappast á Viðarnesi við bygningarnar hjá Shell, og um kvøldið verður kappast í Høllini á Hálsi

Enn hevur tað ikki borið til hjá nøkrum av hinum sterku monnunum her á landi at koppa Føroya sterkasta manni seinastu mongu árini, Regini Vágadal, men leygardagin fara fimm sterkir mans so at gera enn eina roynd at koppa Regini.


Teir seks luttakararnir

Sum áðurnevnt, so vera tað seks mans, ið fara at kappast um at gerast Føroya Sterkasti Maður 1999, og í mun til kappingina í fjør, tá ið tað eisini vóru seks luttakarar, er bert tann eina útskiftingin.

Teir seks luttakararnir í kappingini í ár eru hesir: Hans Jákup Berg, Gunnar Hansen, Regin Vágadal, Sámal J. Hansen, Jákup Jakobsen og Tummas Kjærbo.

Í fjør luttók Victor Andreasen og gjørdist nummar tvey, men hann er ikki við í ár, og ístaðin er Sámal J. Hansen við aftur, eftir at hann hevur havt ein drúgvan skaða í rygginum.

Hetta ger ikki kappingina minni spennandi, tí Sámal hevur verið tann av okkara heimligu sterku monnum, sum hevur verið nærmast við at basa Regini Vágadal í slíkari kapping, og spennandi verður at síggja, um Sámal er komin seg heilt eftir ryggskaðan.


Fyrstu ferð at kappast verður uttandura

Kappingin um at gerast Føroya Sterkasti Maður 1999 byrjar leygarmorgunin klokkan tíggju, tá ið hendan afturvendandi kapping fyri fyrstu ferð at vera uttandura. Tilsamans eru átta kappingargreinar, sum teir seks luttakararnir skulu kappast í. Tær fyrstu fýra av hesum kappingargreinum fara fram uttan fyri bygningarnar hjá Shell á Viðarnesi. Tann fyrsta av hesum kappingum er ein sokallað haldivenjing, har luttakararnir skulu halda einum tungum luti í strektum armi so leingi sum gjørligt. Síðani fara teir seks menninir at royna at koppa nøkur ovurhonds stórum lastbiladekkum eftir eini breyt, og tá ræður um at gera tað so skjótt sum gjørligt. Hendan kappingin bleiv eisini roynd til kappingina um at gerast The Atlantic Giant 1999, og tá var henda kappingin millum tær, sum áskoðarunum dámdu best. Tann triðja kappingin á Viðarnesi leygarmorgunin snýr seg um at hála ein lastbil eitt ávíst strekki so skjótt sum gjørligt. Eisini hendan kappingin plagar at vera væl dámd av áskoðarunum, sum vónandi møta fjølmentir á Viðarnesi leygarmorgunin, har tað verður púra ókeypis hjá øllum at koma og síggja nakrar av okkara allarsterkastu monnum royna sína styrki. Tann seinasta greinin í fyrru helvt av kappingini er deadlift, sum er ein afturvendandi kappingargrein í øllum teimum styrkiskappingum, sum hava verið her á landi. Her ræður tað bara um at lyfta eina so tunga vekt sum gjørligt upp frá gólvinum og upp í strektan rygg.


Seinna helvtin um kvøldið

Tær seinastu fýra kappingargreinarnar fara fram í ítróttarhøllini á Hálsi klokkan átta leygarkvøldið. Tá verður lagt fyri við greinini, sum nevnist millwalk. Hesa kappingargrein kenna tey flestu her á landi væl, tí hon hevur verið við til báðar kappingarnar um at The Atlantic Giant, og hon var eisini við í kappingini um at gerast Føroya Sterkasti Maður í fjør. Her skulu luttakararnir ganga í ring við einari stong, sum er fest at einum tungum kassa í miðjuni, og hesin kassin vigar nærum hálvtfjórðahundrað kilo. Sætta kappingargreinin nevnist log-lift, og tá ræður um at lyfta einari stong upp í strektar armar. Hetta er eisini ein afturvendandi kappingargrein. Næstseinasta greinin, sum teir seks luttakararnir skulu royna seg í, nevnist crucifix, og tá ræður um at halda einum tungum luti í hvørjari hond í strektum armi so leingi sum gjørligt. Hetta er ein ógvuliga hørð kapping, har man av álvara sær, hvussu nógv stendur á teimum ymsu luttakarunum. Tann allarseinasta kappingargreinin er lastivenjing, og hetta er tann kappingargrein, sum fleiri vilja vera við, at Regin Vágadal er tann stinnasti í heiminum til. Tá skulu luttakararnir, tveir í senn, bera seks kaggar av øli, sum viga hundrað kilo hvør, eftir eini breyt og síðani lyfta teir upp á ein platt, og tað skal ganga so skjótt fyri seg sum gjørligt. Tá ið tað er komið so langt, at farið verður undir seinastu kappingargreinina, verður tað so, at tað fyrst vera teir báðir aftastu luttakararnir á stigatalvuni, sum skulu kappast, síðani vera tað nummar fýra og trý, og til seinast eru tað so nummar eitt og tvey, sum skulu avgera, hvør ið verður Føroya Sterkasti Maður 1999. Eisini fer ein gandakallur at undirhalda í kappingini á Hálsi leygarkvøldið.


Menn eru

betur fyri í ár

Regin Vágadal sigur, at hann væntar eina harða kapping í ár, tí hann heldur, at menn eru munandi betur fyri í ár, enn teir vóru í fjør. Hann leggur aftrat, at teir í vikuni hava vant ymiskar av kappingunum í einum goymslubygningi á Sandvíkarhjalla, og tá hevur tað til dømis verið trupult hjá honum at basa Gunnari Hansen í at koppa dekkum, so alt bendir á, at tað verður ein spennandi kapping um at gerast sterkasti maður her á landi í ár.