Elektron ætlar ikki at siga fólki upp í sambandi við, at bankarnir flyta alt elektroniskt samskifti til SDC. Tvørtur ímóti hava vit fingið nógvar vakstrarmøguleikar, sigur stjórin Tað er ein stór misskiljing, tá ið politikarar føra fram, at tað verður eitt bakkast fyri Elektron, at peningarstovnarnir nú flyta sítt elektroniska samskifti til Danmarkar.
Tað er beint tvørtur ímóti, staðfestir Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron fyri Rás2.
Føroysku peningastovnarnir hava gjørt sáttmála við Skandinavisk Data Center, SDC, í Danmark um at røkja tær elektronisku tænastur, sum Elektron higartil hevur røkt.
- Men samstundis gjørdi Elektron avtalu við SDC um at veita SDC tænastur, sigur Niels Christian Nolsøe.
- Tað merkir frá at veita fýra peningastovnum tænastur, hava vit nú atgongd til allar teir 150 peningastovnarnar, sum eru í skipanini hjá SDC og teir koma afturat øllum hinum viðskiftafólkunum hjá Elektron.
- Hetta merkir at Elektron hevur fingið ein frálíka góðan vakstrarmøguleika, leggur hann afturat.
Misskiljing
Hann sigur, at sostatt er tað ein misskiljing, tá ið ført verður fram, at tað fer at føra til, at vit missa førleikar av landinum, nú bankarnir flyta yvir til SDC.
- Eg eri ikki samdur í at vit fara at missa førleikar av hesum. Tvørturímóti er møguleikin hjá okkum munandi vaksin av hesum at fáa ein veruligan útflutning av KT-vitan.
- Sostatt hava vit ikki bara møguleikar at veksa í Føroyum, men vit hava eisini møguleika at veksa uttanlands.
Av tí sama er hann heldur ikki samdur í, at hetta fer at kosta KT arbeiðspláss í Føroyum.
- Tvørturímóti kann hetta í longdini geva okkum møguleikar at seta fleiri fólk í starv.
- Og vit hava ongar ætlanir um at siga fólki upp í sambandi við, at bankarnir nú flyta til SDC.