Jóhan Heri Joensen,Fuglafjørður
-----
Sum fyrrverandi kommunustýrislimur í 8 ár so kenni eg av góðum grundum eitt sindur meira til kommunala arbeiðið enn vanligi borgarin. Táið vitleysar og beinleiðis ólógligar avgerðir verða tiknar, meti eg tað sum mína skyldu at lýsa málini so væl sum eg eri førur fyri. Fyri at kunna gera tað, verði eg noyddur at taka alt við frá byrjanini av.
Fyrstu ferð eg varð valdur í Fuglafjarðar býráð, var í 1996. Hetta varð í ringastu kreppuárum, skuldin hjá kommununi varð knappar 70 milliónir, so vit vóru stutt sagt fíggjarliga niðurbundin. Sjálvt í armóðini vóru vit fús til at bjóða framtíðini av. Nógv óhjálpin vóru tá ansaði heima, tí einki alment ansingartilboð varð til flestu teirra. Fleiri eru vit, sum minnast hesa óvirðiligu støðu, hvørki kommunur ella land vildu taka ábyrgdina á seg. Eldraøkið og skúlamál vóru eisini tey øki, eg hevði sett mær sum mál at fáa gjørt nakað við. Sum formaður í Mentamálanevndini legði eg á fyrsta fundi fram ynski um at loysa ansingartrupuleikan. Úrslitið bleiv sum kunnugt Vesturstova. Henda loysn - slóðaði fyri - og opnaði eisini ansingarsjónarringin kommunalpolitiskt um alt landið, hon gjørdist fyrimyndin fyri teimum heimum sum síðani tá vóru bygd. Vesturstova, varð sum sagt, bygd meðan fíggjarstøðan varð sera vánalig, tí varð spart har sum sparast kundi. Hon varð ongantíð ætlað til annað enn umlæting, at húsið í dag verður brúkt sum eitt 3 klassa ellisheim, har 2 óhjálpin deila um sama kamar er sera óvirðiligt, og eg skammist í dag av misbrúkinum. Hetta minnir ikki sørt um nútíðargjørdar konsentratiónslegur. Almennur stuðul til byggingina varð eingin, vit bóru allar útreiðslur á egnum herðum, men tíbetur vildi landið umsíðir spæla við og veitti nakað av stuðli, sum bert er vaksin sum árini eru gingin. Sagt verður um Eysturoynna, at ellisheimstørvurin er nøktaður. At Fuglafjarðar kommuna góðtekur hesa niðurstøðu og loyvir misbrúkinum av heiminum, er mær óskiljandi.
Í seinnu býráðssetuni hækkaðu vit kommunuskattin við einum prosenti, lovað varð borgarunum, at allur peningurin, frá hesi hækkan, skuldi setast á konto til at byggja ellisheim fyri (flestu av teimum sum tóku hesa avgerð sita enn í dag í býráðnum). Í 2005 vóru umleið 8 milliónir á hesi konto. Tíverri steðgaði býraðið sum sat í tíðarskeiðnum frá 2005-2008 hesi avseting – men skattaprosentið bleiv ikki lækkað aftur. Her er mest beinrakið at kalla býráðslimirnar sannar orðloysingar. Peningurin bleiv ístaðin bókstavuliga vippaður í havið. Um hildið hevði verið áfram, við hesi skilagóðu avseting, so høvdu vit í dag umleið 25 milliónir á bók at byggja fyri. Vit kundu í dag bygt - kontant - eitt heim uttan mun til hvat lokalpolitikararnir í Løgtinginum dikterað. Ansingartrupuleikin hevði verið lyftur uppá eitt meira virðiligt støði, og vit høvdu við hesum skapt í minsta lagi 20 nýggj arbeiðspláss, umframt byggiarbeiði í hesum soltnu tíðum. Eg eri onga løtu í iva um, at heimið nokk skuldi komið undir veingirnar hjá almennu skipanini. Tað hava vit dømi um frá Vesturstovu. Og landskassans fíggjarliga ábyrgd hevði eisini við tíðini runnið aftur í kommunukassan
Eg fór úr býráðnum í 2004 og væntaði í míni sælu trúgv, at tað sum vit høvdu stungið út í kortið, fór at verða framt í verki. Men so varð ikki. Tíverri havi eg ikki mynduleika til at gera nakað við tær avgerðir sum tiknar verða, og siti sum vanligur borgari á síðulinjuni og hyggið at meðan peningurin verður nýttur til skilaleysar íløgur, men tá eg fyri stuttum hevði varðhugan av at tær 8 milliónirnar sum avsettar vóru til ellisheimsbygging, í heimildarloysi, eisini vóru brúktar, tá kundi eg ikki tiga longur. Málið hevur ikki verið fyri á býráðsfundi, men kontoin varð tóm 08. decembur 2009. Eg ivist onga løtu í, at býráðið hevur fingið kaldar føtur, síðani eg bað um innlit í hetta mál, og at kontoin, á ein ella annan hátt, er fylt uppaftur, fyri síðani at verða mál á komandi fundi, har møguliga samtykt verður ”lógliga” at neyðtaka hesa konto – vit fáa at síggja, um polittikararnir tora og kunnu bera tað skommina - um so verður, so skal eg eisini lova borgaranum, at tað verður ikki tagt burtur.
PENINGURIN ER SETTUR AV TIL ELLISHEIMSBYGGING, OG EINKI ANNAÐ.
At enda vil eg í grovum trekkum vísa fíggjarstøðuna hjá Fuglafjarðar kommunu frá 1996 til í dag.
Í 1996 varð kommunala skuldin knappar 70 milliónir.
Í 2004 varð kommunala skuldin goldin niður á umleið 15 milliónir.
Í hesum tíðarskeiði vóru eisini stórar íløgur gjørdar, samstundis sum skuldin varð niðurgoldin: 2 Frystitunnlar – Tunnilsbryggjan - Bryggjan har Havsbrún í dag hevur landingartólið – Keyptu Timburhandilin á Kambsdali - Vesturstova - Nýggi skúlin – Nýggj Brandstøð, umframt mangt annað.
Tí skilji eg ikki, at bert 5 ár aftaná, er skuldin aftur komin uppá 40 milliónir, (tá er sminkingin av skuldini ikki tald við).
Hvat er kommunal sminka fyri nakað?
Kommunala sminka = Sølur av arvagóðsið síðani 2004
1: Timburhandilin á Kambsdali (P/F Haraldsen eigur í dag, og P/F Leif Mohr leigar)
2: Verkstaðsbygningurin sum Dugni hevur keypt.
3: Landingarbygningurin á kajuni sum P/F Sandgrevstur nýliga hevur keypt.
4: Ætlanir eru eisini um at selja frystitunnlarnar í jannuar (Hettar kundi eg lesa millum linjurnar í tilfarinum sum nýtt varð á síðsta býráðsfundi).
5: Kontoin til ellisheim varð lensað 8. decembur.
Alt hetta sminkar 40 millióna króna skuldina, sum í veruleikanum heldur skuldi verið góðar 60 milliónir og ikki 40. Uppá bert 5 ár er Fuglafjarðar kommuna í veruleikanum aftur vorðin sama skuldarreyv sum hon var í 1996.
Prosentið, sum ætlað varð ellisheimsbygging, er sjálv yndissminkan, um hetta prosent ikki varð ”hapsað” -- Gud viti hvør upphæddin so hevði verið?
Arbeiðshátturin minnir ikki sørt um, tí skjúldu dagsskránna, táið Brixtofte seldi ognarnir hjá borgarunum í Farum kommunu. Hvat íð spurdist burturúr í Farum vita flest øll.
Hví er fíggjarstøðan so spinnandi galin?
Eg taki við 3 dømi?.
1: Ein tann stórsti brølarin sum nakrantíð er gjørdur í Fuglafirði er grótrúgvan, sum vippað er á 30 metra dýpi – ein deyð íløga, sum kostaði eina stóra 2 sifraða milliónaupphædd.
2: Keyp av Timburhandlinum (sum Runavíkar Timburhandil) átti, har grundstykkjaprísurin varð á leið 2.000,- kr ferðmeturin – tá er bygningurin frároknaður).
3: Tvær lítlar stovur í kjallaranum í Barnagarðinum, sum kostaðu góðar 3 milliónir – tað sum verðuliga ger hesa íløgu vitleysa er, at rúmini vóru har táið byrjað varð.
Vit kundu hildið áfram við nógvum dømum, men eg haldi ikki tað tænir nøkrum endamálið.
Eg føli tað sum mína skylda at bera hesa vitan út til borgaran, tí eg eri greiður yvir at flestu borgarar ikki vita, hvussu illa stendur til, og hvussu illa skattapeningurin hjá borgarunum politiskt er umsitin seinastu 5 árini. Søla av arvagóðsinum og hækkað skattatrýst má bjarga kommununi undan húsagangi. Við hesum framgangsmáta verður skjótt einki eftir at selja.
Varð talan um eitt vanligt partafelag, so varð øll leiðslan koyrd til hús.
At enda vil eg leggja eina við, at atfinningar mínar ikki eru persónligar, men politiskar, vent móti málinum og øllum kommunalpolittikarunum. Fyrisitingin eigur sín lut, men ger eftir boðum frá politikarunum. Tað er eingin ivi: Tað eru politikararnir sum eiga alla ábyrgdina.
Tey, sum keypt hava ognir frá kommununi, hava einki skeivt gjørt. Tað er ein sjálvfylgja, at tey keypa so bíligt sum gjørligt. Skrivingin er ikki meint sum ein atfinning móti teimum.