Kanna gentu sum líkist Madeleine

Bretska fregnartænastan bíðar nú eftir svari upp á eina dna-roynd av einari gentu í Ný Sælandi, sum líkist ensku gentuni Madeleine McCann, sum hvarv úr einum hotellkamari í Portugal í 2007.

Tað er framvegis ein gáta, hvussu Madeleine hvarv, og um hon er á lívi enn. Portugisiska løgreglan hevur sagt, at eftir hennara tykki er eingin orsøk til at taka leitingina uppaftur.

Tað var nýggjársaftan, at onkur varnaðist, at gentan í Ný Sælandi líkist Madeleine McCann, og familja hennara gekk við til at lata eina dna-roynd av henni. Sambært nýsælendskum fjølmiðlum er løgreglan har sannførd um, at tað er ikki tann horvna Madeleine, sum býr í Ný Sælandi.

-Vit hava sent bretsku løgregluni dna-roynd av gentuni fyri at prógva, at hetta er ikki Madeleine, sigur Kallum Croudis hjá løgregluni í Ný Sælandi við blaðið The Southland Times.

Bretska fregnartænastan væntar at fáa svar um einar fjúrtan dagar.