Kanna likamlig avrik hjá ítróttarfólki í Føroyum

Nú verður farið undir skipaða ítróttargransking í Føroyum


Nú verður farið undir eina skipaða ítróttargransking í Føroyum.

Tað er granskingarsetrið, iNOVA, sum nú fer í holt við hetta nýggja granskingarøkið saman við Fróðskaparsetrinum og Vinnuframa og hetta verður samstundis, fjórða granskingarøkið í røðini á iNOVA.

 

Tað erður fyrst í komandi ári, at  granskingarvirksemið innan human-fysiologi ella mannlívvirkisfrøði, sum tað eitur, byrjar í Føroyum

 

Tað verður Magni Mohr, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetri Føroya, sum skal standa á odda fyri nýggja granskingarvirkseminum, ið verður á fakøkinum, Human Performance, ella likamliga orku hjá menniskjum.

 

Vinnuframi hevur gjørt neyðugu íløgurnar í tól, sum millum annað eru eitt svimji-ergometur, ein ergometur-súkkla umframt útgerð til at máta renning og rógving.

Rannsóknarstovan til at granska human-fysiologi verður á iNOVA á Hoyvíksvegnum í Havn.   

 

- Við hesi rannsóknarstovuni ber til at granska og at gera ymiskar royndir av likamligu avrikunum hjá føroyskum ítróttarfólki, sigur Regin W. Dalsgaard, formaður í stýrinum fyri Vinnuframa og nevndarlimur í iNOVA.

Higartil hevur tað ikki verið gjørligt at gera slíkar royndir í Føroyum.

 

- Vit hava keypt útgerð til hesi økini, og eftir áheitan frá Magna Mohr hava vit víðkað granskingarvirksemið á iNOVA til eisini at fevna um ítróttarfysiologi, sigur Regin W. Dalsgaard

 

Tað nýggja virksemið skal byggja brúgv millum gransking og úrvalsítrótt, so at okkara úrmælingar innan bæði gransking og ítrótt, fáa betri umstøður til at mennast.

Regin W. Dalsgaard væntar, at hetta virksemið verður til stórt gagn bæði fyri granskingina og fyri ítróttarheiminum.

Hann heldur, at tað er sjálvsagt, at iNOVA fer í holt við hetta, nú tað hevur verið umrøtt, at vit skulu vera vertsland fyri Oyggjaleikunum, sigur Regin W. Dalsgaard.