Allir partar av mannagongdini at lýsa bakteriusamansetingina í einum sýni eru nú fyri fyrstu ferð gjørdir í Føroyum. Vanliga verða tílíkar kanningar heilt ella lutvíst gjørdar uttanlands, men nú hevur Fiskaaling gjørt hesar kanningar á granskarasetrinum iNOVA í Havn, har biotøkni-toymið hjá Fiskaaling heldur til.
- Hesar kanningar kunnu eyðmerkja allar bakteriur, sum eru til staðar í einum sýni, og tær lýsa lutvísu mongdina av hvørjum einstøkum bakteriuslag. Vit meta, at tørvur eru á slíkum tænastum í Føroyum, tí bakteriur hava stóra ávirkan á ómetaliga nógvar umstøður innan aling.
Tað vita tey á Fiskaaling at siga.
Lagt verður aftrat, at tær fyrstu kanningarnar hjá stovninum hava lýst bakteriusamansetingina í ymiskum sýnum frá kruvdum laksi. Tøkudagin vórðu sýni tikin ymsastaðni úr gørnunum, av slipuni og innan úr búkholuni og fylgjandi dagarnar, meðan laksurin lá á kuldagoymslu, vórðu sýn tikin av vætuni í gloymslukassum.
- Úrslitini kunnu brúkast til at lýsa ein møguligan samanhang millum bakteriur, sum náttúrliga eru til staðar á og í laksinum og bakteriur, sum kunnu ávirka góðskuna á laksinum við eitt nú niðurbróting av bindivevnaðinum, meðan hann liggur í kuldagoymslu.
Granskarasetrið iNOVA ognaði sær tól til at gera hesar kanningar fyri eini tíð síðan, men tungt hevur verið at fingið gongd á nýtsluna, tí kanningararbeiðið er rímiliga umfatandi. Fiskaaling hevur nú, sum fyrsti brúkari við slíkum royndum, eisini møguleika at hjálpa øðrum í gongd við slíkar kanningar.