Kanna nú møguleikan fyri at keypa hús til tey gomlu

­ Tvøroyrar Kommuna kannar nú møguleikan at keypa sethúsini, sum Mohan Prasad átti í Froðba til eldrasambýli. ­ Tað ber ikki til at láta sum onki longur. Tað ber heldur ikki til, at okkara gomlu skulu verða send til Havnar, til Sands og vestur í Vágar, tá ið tey ikki klára seg sjálvi, heldur Býráðið

Tvøroyrar Býráð ætlar sær nú undir eitt miðvíst arbeiðið fyri at gera umstøðurnar hjá teimum gomlu betri.

Í fyrstu atløgu verður møguleikin kannaður at keypa tey stóru sethúsini, sum gamli grísabóndanum, Mohan Prasad í Froðba átti, til eldrasambýli.

Málið var fyri í Býráðnum hóskvøldið, og varð einmælt samtykt sosiala nevnd hjá Býráðnum skuldi arbeiða víðari við málinum.

Og tað er nettupp sosiala nevnd hjá býráðnum, sum hevur reist málið.

Bergur Bærendsen, formaður í sosialu nevnd, sigur, at spurningurin um at geva teinum eldru,sum ikki longur klára seg sjálvi, mannsømilig kor at liva undir, er eitt ovurhonds stórt mál.

­ Hetta er eitt so stórt mál, at tað ber ikki longur til at láta sum onki. Og málið verður tyngri og tyngri at loysa fyri hvørt ár, vit bíða.

­ Hinvegin mugu vit tíverri ásanna, at landspolitiskt er ongin skipaður politikkur, á hesum øki, og ongar fastar stuðulsskipanir til kommunur, sum vilja fara undir at loysa málið sjálvar.

Bergur Bærendsen sigur, at úr Tinganesi fæst bara tað at vita, at Landssttýrið viðgerð umsóknir um stuðul til hetta endamál frá máli til mál, og at kommunan má gera okkurt sjálv og so royna at søkja um stuðul.

­ Tí er tað heilt neyðugt, at kommunan sjálv tekur sær um reiggj og fer undir arbeiði, og tað má gerast beinanvegin, sigur Bergur Bærendsen

Hinvegin er málið so umfatandi, at kommunan loysir tað ikki sjálvt. Tí er neyðugt at tað almenna kemur uppí


Senda fólk av bygdini

Hann heldur, at fyrsta stigið hjá býráðnum má vera at seta seg inn í viðurskiftini, seta seg inn í fíggingina í raksturin o.s.fr av slíkum tiltøkum. Og ikki minst verður uppgávan at kanna tørvin á eldrasambýlum og øðrum sløgum av býli til tey eldru.

­ Táið vit kenna tørvin, hava vit nakað at halda um, og tá ber til at fara til verka, sigur hann.

Ein stórt mál verður eisini at kanna, hvørja loysn, vit skulu velja.

Sjálvur heldur hann, at íslendska, har í fólk keypa seg inn í eitt eldrabýli, er áhugaverd.

­ Tvs, at tey selja síni egnu hús, og keypa seg inní eitt sambýli, Tá ið tey so doyggja, keypir onkur annar teirra sambýli. Hann ivast ikki í, at hesin mátin fer at vinna fram í Føroyum, sum frálíður


Heilt stórur tørvur

Sjálvur ivast hann ikki í, at tørvurin er heilt stórur.

­ Vit hava gjørt eina lítla kanning, og hon vísir, at í 1987, vóru 40% av tvørafólki yvir 40 ár. Nú eru 50% yvir 40 ár. Og heldur henda gongin fram, verða 60% av tvørafólki yvir 40 ár um 10 ár.

Hann heldur, at tað er onki, sum bendir á, at henda gongdin ikki fer at halda fram, tí tað sæst, at forskjótingin í aldurssamansetingini byrjaði langt áðrenn kreppan kom.

­ Vit vita eisini, at næstan 80 fólk standa á bíðilista at sleppa inn á Ellis & Røktarheimið.

­ Í fjør sluppu bara fimm fólk inn.

Hann vísir eisini á, at tvørafólk hava verið noydd til Havnar til umlætting. Og røktarsjúklingar av Tvøroyri hava eisini verið noyddir á heimið vesturi í Vágum.

Og nú er tað mangt, sum bendir á, at vit verða noydd at senda onkran av Tvøroyri norður til Sands.

­ Hetta kann ikki vera meiningin og tí er ta alneyðugt, at málið verður tikið upp nú, sigur formaðurin í

sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð.


Samstarv í Norðaru helvt

Tvøroyrar Býráð samtykti einmælt at sosiala nevnd skal vita, um tað ikki ber til at fáa eitt samstarv báði við Hvalbiar og Fámjins Kommunu um hetta átrokandi mál.

Tað roknar Bergur Bærendsen ikki verður nakar trupulleiki.

­ Vit hava havt samband við hvalbingar. Eisini har er stórur tørvur. Men Hvalbingar hava eisini boðað frá, teir gera onki fyrrenn teir hava kunnað okkum.

­ Tað taki eg sum eitt greitt signal um, at teir eru sinnaðir fyri samstarvi.


Sambýli í Froðba

Bergur Bærendsen sigur, at tá ið allar hesar kanningarnar eru gjørdar, fæst ein ábending um, hvat kommunan verður før fyri at fara undir.

Og tað allarfyrsta verður at kanna møguleikan at keypa húsini, sum Mohan Prasad átti í Froðba.

Tann, sum eigur húsini nú, hevur bjóðað kommununi tey.

­ Vit hava verið og hugt eftir teimum og í fyrstu atløgu tykjast tey sera vælegnað. Tey eru í trimum, fullum hæddum uppá minst 150 fermetrar hvør, men øll húsini eru ikki innrættað.

­ Tað eru nógv, stór rúm í teimum, tey flestu við egnum baðiverilsi og wc.

­ Men, hvussu nógv skal gerast við tey, og hvat tað kostar, havi eg onga hóming av. Tó haldi eg, at tað kundi verið ein góð byrjan.

Bergur Bærendsen sigur, at hann ivast ikki í, at pláss verður fyri einum 12-15 fólkum í húsunum.

Og sum tað varð nevnt á býráðsfundinum, so stendur sjálvur grísagarðurin tætt við, og har eru eisini møguleikar, um so skuldi verið. ­ Tí um so nógv skal gerast við hann, so er húsið har.