Kanna nú um leiðslan í Bústøðum hevur brotið lógina

Landsstýriskvinnan í bústaðarmálum sigur, at tað stendur ongastaðni, at hon skal hava nøkur tilmæli frá nøkrum um, hvør skal veljast í stýrið

Almannamálaráðið kannar nú eitt mál um leiðslan í Bústøðum hevur brotið lógina. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í bústaðarmálum. Men hon leggur afturat, at enn er eingin niðurstøða gjørd í málinum.

 

Tað gekk ikki long tíð frá tí at nýtt stýrið varð valt fyri Bústaðir, til rok tók seg upp, tí tann eini nývaldi stýrislimurin, Tom Silvurdal, skuldsetti leiðsluna í Bústøðum fyri at hava arbeitt ímóti lógini. Serliga nevndi hann ætlanina um at byggja lutaíbúðir íbúðir í Vági, tí har var farið undir arbeiðið, áðrenn viðurskiftini vóru í lagi við sáttmálum um lendi, og annað, sigur hann-

 

Herfyri reistu teir báðir tinglimirnir fyri Tjóðveldi, Høgni Hoydal og Beinta Løwe, málið. Tey vildu bæði hava at vita, hvat landsstýriskvinna í bústaðarmálum, ger við hesar skuldsetingarnar, og tey vildu eisini hava greiði á, hvussu stýrið fyri Bústaðir er valt, og hvør hevur givið henni tilmæli um, hvørjir stýrislimirnir skuldi vera.

 

Serliga hevur tað vakt ans, at nývaldi formaðurin í stýrinum fyri Bústaðir, Regin Hammer, er starvsfólk hjá landsstýriskvinnuni sjálvari í Almannamálaráðnum og Høgni Hoydal vildi eisini hava at vita, hví hann er valdur í stýrið

 

Høgni Hoydal vildi eisini hava at vita, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa um ákærurnar um lógarbrot eru sannar - og hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, um einki hald er í teimum.

 

Hetta seinasta svarar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir ikki upp á, men hon sigur, at skuldsetingarnar um lógarbrot verða kannaðar, men enn er eingin niðurstøða.

 

Men hon sigur, at tað er hon sjálv, sum skal velja limirnar í stýrinum og at tað stendur ongastaðni, at nakar skal geva henni tilmæli um, hvør skal veljast í stýrið. Og hon ger greitt, at hon ætlar ikki at upplýsa tey bæði tingfólkini fyri Tjóðveldi um innanhýsis skjøl hjá fyrisitingini.

 

Men hon sigur, at hon hevur tryggjað eina fjølbroytta, fakliga umboðan í stýrinum. Limirnir í stýrinum hava samanlagt gott innlit í bygging, búskaparfrøði og fígging og gott innlit í sosiala øki. Eisini eru tveir av limunum endurvaldir til tess at tryggja framhald, sigur landsstýriskvinnan.