Kanna viðurskiftini hjá sjómonnum

Í morgin verður ein frágreiðing løgd fram við heitinum ?Føroysk sjófólk, sum sigla í øðrum londum?.

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur í samstarvi við Føroya

Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið gjørt kanning, sum í

morgin verður givin út í frágreiðing ?Føroysk sjófólk, sum sigla í øðrum londum?.

Endamálið við kanningini er at fáa staðfest fleiri viðurskifti, sum hava við

føroyskar sjófólk, sum sigla í øðrum londum, at gera:

Millum annað hvussu nógv føroysk sjófólk sigla í øðrum londum, hvussu stóra inntøkur hava hesi, hvussu er talið av sjófólkum broytt tey seinnu árini, hvussu er inntøkan broytt tey seinnu árini og hvørja ávirkan hava inntøkurnar hjá hesum sjófólkum á føroyska búskapin

Kanningin fevnir eisini um ymisk viðurskifti við tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

Tað eru Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og Dennis Holm,

samfelagsfrøðingur sum vegna Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning hava

staðið fyri kanningini.