Mikumorgunin almannakunngjørdi danska mentamálaráðharrin, Brian Mikkelsen, so umsíðir nógv umrøddu kultur kanonina, yvirlitini yvir dygdarbestu donsku listaverkini, sum 35 fólk í 8 nevndum hava valt út.
Eins og innan hinar listagreinarnar, fær bókakanonin bæði rís og rós frá ummælarum. Fólk tykjast samd um, at ávís val eru uppløgd og røtt, meðan tey samstundis undrast stórliga á, at ávís verk ikki eru komin við.
Dan ella Duck
Altíð kjakfúsi Lars Bukdahl á Weekendavísini saknar meir sýru og vanskapningar á bókalistanum og heldur, at Karen Blixen átti at verið umboða við Syv gotiske fortællinger heldur enn Vinter Eventyr. Og hvar eru stóru donsku littereru kommunistarnir sum Sherfig, Andersen Nexø og Gelsted, spyr Bukdahl, sum heldur ikki fær inn í sín knokk, hvussu ein kulturkanon kan kallast donsk, uttan at Dan Turell er við í henni.
Á Politiken staðfestir Bjørn Bredal turrisliga, at okkurt kundi bent á, at Útlendingastýrið hevur havt ein fingur við í spælinum og tískil hevur bannað Ibsen og Hamsun atgongd. Hinvegin er rættiligt rumbul í reaktiónunum kring barna kanonina, har fólk hava ilt við at svølgja, at ein so amerikansk uppfinning sum Dunnaldur Dunna er sloppin við.
Tak støðu!
Kjakið um, hvør átti at verið við ella ikki, kann uttan iva halda fram til dómadag. Minst líka áhugavert er tað at spyrja, sum miðnámsskúlanæmingurin á tíðindafundinum mikudagin: Tað kann gott vera, at tit hava sagt tað fleiri ferðir, men eg havi also framvegis ikki rættiliga skilt, hvat vit skulu brúka hasa kultur kanonina til? Tjaa, eisini tað kunnu vit ivaleyst kjakast leingi um, men eitt av skilagóðu svarunum, hann fekk, kom frá filmleikstjóranum Susanne Bier, sum segði: Hetta er ikki nakað tit skulu duga uttanat. Men tað skal noyða tykkum at taka støðu, sum væl merkir á leið tað sama, sum tað, formaðurin fyri kanon-nevndina fyri bókmentir segði, tá arbeiðið byrjaði
Við at koma við nøkrum dømum um nakað, sum vit halda vera gott, skapa vit eitt kjak um, hvørt tað nú eisini er rætt, og hvat tað eru fyri treytir, metingin byggir á. Tað kjakið fer í sær sjálvum at hækka støðið í mátanum, vit umgangast bókmentir.
Júst hatta kjakið kundu føroyskar bókmentir uttan iva eisini havt brúk fyri ...
Til ber at síggja kanonyvirlitini á www.dr.dk/kanon