Bergur Rønne Moberg
Tvey sløg eru av kanónum. Tann eina er til kríggj, hin til mentan. Tann eina hevur herðing á fyrsta stavilsi; tað er hon vit brúka í mentanarheiminum. Hin hevur herðing á seinna stavilsi, stavast við ó í staðin fyri o, og hon verður brúkt í kríggi. Men báðar skulu handfarast við størsta varsemi. Í løtuni talar tíðin fyri mentanarkanon, t.e. ein mentanarligur snórur at rætta seg eftir við at taka ávís listaverk fram sum ómissandi.
Nú kanonkjakið í Danmark er avhæsað nakað kann vera vert at hyggja at, hvat er hent.
Bylgjurnar hava verið høgar. Tey sum taka undir við kanon kalla hana ríkandi og konstruktiva og eitt gott grundarlag fyri at skilja danska bókmentaarvin og haraftrat eina ásannan av, at hesin arvur er mentanarberandi. Tey, sum eru ímóti, rópa kanon eitt tjóðarkonservativt verkevni, sum vantar nýhugsan. Men tað eru eisini aðrar reaktiónir, tí hvar eru kvinnuligu rithøvundarnir, og sum føroyingur varnast ein serliga ein blindan vinkul í hesari tjóðarkanon: hvar er William Heinesen?
Donsk mentanarkanon
Fyri einum ári síðani ella so setti danski mentamálaráðharrin Brian Mikkelsen í verk eitt umfatandi arbeiði við einari danskari mentanarkanon. Serkøn innan ymsu listaøkini vórðu sett at velja nøkur ódeyðilig verk út. 24 januar í ár varð mentanarkanonin so kunngjørd. 7 nevndir, 108 val av verkum innan 8 høvuðsøki: bókmentir, byggilist, formlist, pallist, filmur, tónleikur og barnamentan. Kostnaðurin er umleið 12 miljónir kr.
Umframt danska Mentamálaráðið varð Kirkjumálaráðið biðið um at gera eina sálmakanon og Undirvísingarmálaráðið eina søgukanon. Alt samalt við tí endamáli at geva næmingum á framhaldsdeildunum og á studentaskúlunum og HF-skeiðunum eina serliga danska kjølfestu og fyri at verja tað serligt danska.
Politikkur sum virðispolitiskan vígvøll
Tað gjørdist illveðursligt hjá Brian Mikkelsen eftir at hann avdúkaði, at hansara verkætlan við einari mentanarkanon í roynd og veru varð hugsað sum part av einum konservativum politiskum mentanarstríði. Hetta stríð hevur verið nógv frammi í donsku fjølmiðlunum í seinastuni og er betur kent undir heitinum borgaraliga virðisstríði. Hugsanin hjá Brian Mikkelsen var tann, at mentanarkanonin kundi vera við til at økja um kunnleikan til danska mentan serliga millum muslimskar innflytarar, sum sambært honum hava tørv á størri kennskapi til danska mentan.
Brian Mikkelsen er av røttum vorðin ákærdur fyri at dyrka eina afturlatna tjóðar-religiøsa mentanarkonservatismu, sum í versta føri kann vera bensin á ta anti-muslimsku jagstranina, sum prestarnir Søren Krarup og Jesper Langballe úr høgraflokkinum Dansk Folkeparti hava íbirt. Kanon er mentanarkonservativ, men taka vit mentanarstríðið sum heild, sum danska stjórnin undir leiðslu av Anders Fogh Rasmussen hevur byrjað, so er kortini vert at heilsa mentanarstríðnum vælkomnum. Hetta er eitt frískt, nýfokuserandi lot inn í ein ørkymlaðan mentanarheim her í seinmodernitetinum, har støðan alt ov leingi hevur verið anything goes.
Nú aftaná hava vit eisini sæð, at almannakunngeringin av kanon hevur havt við sær eitt fruktagott kjak, har nýggjar kanonir spretta fram allastaðni. Tey homoseksuellu gera sína kanon, kvinnur sínar, ja, hvør maður sína kanon á netinum. Kanon er næstan enda sum ein fólkaítróttur og selskapsspæl, og tað er tað besta við henni. Hetta er sjáldsamt, tí í Danmark spyrja nógv av røttum, nær man seinast hevur kjakast um mentan. Ikki síðan goymsluumsjónarmaðurin Jørgen Rindal í 1960unum gjørdi upp við tað, hann vildi vera við var fínamentan hjá teimum intellektuellu, hevur nakað kjak av týdningi verið her í landinum.
Skal ein koma herjandi anti-intellektualismu og rindalismu til lívs, so má okkurt róttøkið henda. Og tað er løgið nokk hent við at ein borgaralig stjórn hevur skapt ein virðispolitiskan vígvøll, har lívsspekirnar, mentanarsjónarmiðini, og hvat tey sonevndu bleytu virðini annars verða rópt, fáa loyvi at takast. Sjálvt viðmerkjarar sum Klaus Rothstein, ið leggur eftir konservativa mentanarpolitikkinum hjá donsku stjórnini heilsar borgaraliga virðisstríðnum serstakliga vælkomnum. Kjak er gott í sjálvum sær, og herumframt er hetta helst tað einasta, sum kann fáa tær kulturradikalu kreftirnar at vakna úr dvala, heldur Rothstein.
Rok í bókmentahúsinum
Men áðrenn hetta kanska hendir, hendi nakað annað, nevniliga at kanonnevndarlimirnir vaknaðu við kaldan dreym og kendu seg misbrúktar av mentanarpolitisku dagsskránni hjá Brian Mikkelsen. Mikkelsen misbrúkti kanon-verkætlanina floks- ella stjórnarpolitiskt við at grundgeva fyri einum sterkari donskum ikki altjóða samleika. Kanonlimirnir serliga í bókmentakanonnevndini tulkaðu hesa útsøgn sum undirgravandi fyri sjálvt idegrundarlagið undir einari kanon, sum er at vísa, at donsk mentan alla tíðina er vorðin til í samspæli við ávirkan uttaneftir. Hesir nevndarlimir hava eisini lagt dent á onnur viðurskifti. Sambært næstformanninum í hesari nevnd, Erik A. Nielsen, er tað mest týðandi við einari kanon eitt høvi til at stríðast ímóti herjandi búskaparligu rationalismuni og shopping-mentanini, sum í dag at kalla hava yvirtikið alla mentan:
Hvor længe endnu skal kulturmennesker, mediefolk og smagsdommere dukke sig? Skal vi kun tage bestik af den legemlige ernæringspolitik med overforbruget af sukker og fedt? Eller skal vi indse, at der også er grund til at gennemtænke den kulturelle ernæringspolitik?
Kanon kann sambært Erik A. Nielsen geva okkum gott í beinið í einari tíð, har nógv eru ørkymlað og ikki í nóg stóran mun skilja millum gott og vánaligt. Hann kallar kanon-verkætlanin eitt sera lítið verndartiltak ímóti einari flóðaldu av undirhaldi, sum hevur sterkastu kapitalkreftir aftan fyri seg. Hetta er kanon sum uppaling og kritiskt medvit og sum ein bardagi um veruleikan í postmodernaðu meldurhvirluni, har øll hava mist yvirlitið. Sjónarmiðið hjá Erik A. Nielsen kann ikki vísast burtur, eftir at postmodernistisk líkasæla hevur herjað í so nógv ár. Fyri mær er altso ongin ivi um, at Erik A. Nielsen hevur eina sak, tá hann setur kanon-hugsanina í samband við dagsins óstøðugu og í grundini ófrælsu shopping-mentan og tann eins hvíluleysa tíðinda- og undirhaldsstreymin. Ein kanon kann tó ikki standa einsamøll, tí hon er ov fortíðarvend í sínum vali av verkum. Eldri stórverk eru eisini bundin í nútíð og framtíð. Annars vóru tey ikki verd at kanonisera, men neyðugt er at fullgera kanonlistan við liðiligum lesiætlanum sum lærarar í forvegin gera har nútíðarverk verða lisin.
Alt ov smøl kanon
Kanon-verkætlanir verða ofta ákærdar fyri at vera makthugsan. Og so er. Skúlarnir hava jú alla tíðina havt lesiætlanir og lærararnir kjakast innanhýsis um hvørji verk eru verd at lesa, gera antologiir osfr. Tá vit longu hava hesar smakkdómar, hví er so neyðugt við statsautoriseraðum listum yvir merkiliga fá fagurfrøðilig og onnur verk, danskan sálmasang og serligar søguligar hendingar kann ein av røttum spyrja?
Men kanon kann kortini ikki einans minkast niður til at vera skaðilig valdshugsan. Størsti trupulleikin við kanon-hugsanini er ikki, sum kritikarar ofta føra fram, at hon er eliter, men at hon er so smøl. Hetta er ikki tað sama, tí ein kanon vil undir øllum umstøðum vera meira og minni eliter við at velja nøkur verk. Men ein undrast á at so fá verk eru vald út í donsku kanon. Og uppaftur verri: hví eru verkini bara donsk, tá donsk mentan fyri langari tíð síðan er vorðin ein altjóða mentan, sum átti at havt pláss fyri útlendskum listaverkum. Til samanberingar kann nevnast, at ein týsk kanon er gjørd við týskum og ikki-týskum listaverkum lið um lið. Donsku kanonnevndirnar skjóta seg her undir sínámillum ávirkanina millum danskt og útlendskt í valdu verkunum.
William Heinesen dømdur úti
Tað sum hevur serligan áhuga fyri føroyingar er, hvussu tað man vera við teimum dansktskrivandi vitunum í føroyskum bókmentum, Williami Heinesen og Jørgeni-Frantz Jacobsen í autoriseraðu donsku kanon. Hvørgin er púra einfalt við, tí teir verða fataðir sum føroyskir rithøvundar, hóast teir skrivaðu á donskum. Pláss er eftir øllum at døma einans fyri einum smølum høvuðsspori.
At henda kanon er so smøl hevur vakt stóra undran, og fleiri av viðmerkjarunum í bløðunum hava nettupp harmast um, hví serliga William Heinesen ikki er við. Saman við eitt nú norska rithøvundinum Sigrid Undset er William Heinesen ikki ein rithøvundi, sum danskir næmingar primert eiga at kenna, tí teir út frá einari trongari kanoniskari tjóðskaparhugsan ikki eru danskir rithøvundar. Ikki føddir á danskari jørð. Danski 67arin (ella pre-68arin sum hann eisini kallar seg) rithøvundin og viðmerkjarin Ole Grünbaum, hevur funnist at bókmentaligu kanon-nevndini og sama hevur fyrrverandi P1-medarbeiðarin Egon Clausen.
Tilvildin vil at eg eri í einum kjakringi saman við Egon Clausen, og hann fortaldi mær herfyri, at hann júst hevði endurlisið De fortabte Spillemænd. Eftir at hann hevði lagt Spælimennirnar frá sær, fekk hann ikki orðið upp í ein tíma, men sat bara og undraðist yvir søguna. Ein tími er ikki so lítið hjá einum stórbýarmenniskja, og tá fiktiónirnar fáa tøgnina at tala gloymir man tíð og stað. Mest spell fyri danir sjálvar, at William Heinesen væntandi fer at verða væl minni lisin í donskum skúlum í framtíðini.
Egon Clausen hevur skrivað eitt stríðsrit um kanon nevnd Den skadelige kanon. Hann gloymir ikki at nevna William Heinesen í hesum sambandi:
Ein rithøvundur sum William Heinesen, ið hevur skrivað nakrar av teimum vakrastu yrkingunum og skaldsøgunum á donskum, er ... ikki komin við orsakað av einum føðibrævi við skeivum nationaliteti. Pápi hansara var føroyingur, so út úr kanon við Heinesen.
Í Føroyum vil ummælarin Carl Jóhan Jensen øvugt hava William Heinesen út úr føroyskari bókmentasøgu (smbr. mínar greinir í Dimmalætting 9. og 16. juni 2001). Støðan hjá Carl Jóhan Jensen er ikki vorðin lættari at skilja eftir at William Heinesen verður dømdur úti í danskari kanon av fremstu smakkdómarum í Danmark. Um Carl Jóhan Jensen og fólk, sum eru samd við honum, høvdu havt somu makt sum danska bókmentakanonnevndin, so hevði støðan verið tann, at William Heinesen hvørki kom við í eina føroyska ella eina danska kanon og í nógvum førum heldur ikki verið skrivaður inn í danska og føroyska bókmentasøgu (alt eftir hvør skrivar bókmentasøguna, tí í dag verða nógvar bókmentasøgur skrivaðar samstundis). Hetta vísir, at eitt trongt tjóðskaparfokus sum tað hjá Carl Jóhan Jensen og donsku smakkdómarunum er absurd og out of time í einum modernaðum kanon- og bókmentasøgukjaki. Týðandi rithøvundar, sum hoyra heima á landamørkunum detta burtur ímillum, tá eitt smalt tjóðskaparligt perspektiv sleppur at ráða.
Veruleikaumboðan og tjóðarbygging
At fólk eru so gripin av kanonhugsanini snýr seg sum sagt um makt, um mentan sum makt. Samgongan millum mentan og makt hevur í roynd og veru til endamáls at definera veruleikan á ymsu økjunum. Hesin tørvur er íkomin í einum heimi, har alt yvirlit er mist og har fleiri og fleiri sannkenna henda miss.Ovfylta og fjøltáttaða nútíðin er kortini annað og meira enn ein missur. Kanon skal nettupp ikki vera ein afturlatin verkætlan sum danska kanon. Eitt samfelag livir av dreymum, av ímyndum um tað sum koma skal, og um tað sum kemur uttaneftir. Hetta er annars við at ganga upp fyri føroyskum politikarum, ið nú eru við at tilogna sær nakað av tí, Richard Florida sigur um skapandi stættina, sum undirritaði og seinni eisini Kim Simonsen introduseraðu í Føroyum. Kanonkjak snýr seg um ein týðandi part av skapandi stættini: listafólkini. Tey liva at kalla av opinleika og av tí, sum kemur uttaneftir og eru ikki nakað ringt ideal hjá samfelagnum at hava. Tvørturímóti.
Eins og samfelagið alt, áttu kanoniseringar innan eitt nú bókmentasøguskriving at hava lært nakað av tí opinleika, sum eyðkennir list yvirhøvur. Nøkur fullfíggjað føroysk bókmentasøga er ikki skrivað enn, so enn eru vit noydd at halda okkum til bókmentagreiningarnar. Og hvør hevur avgerðarrættin? Tey sum eitt nú meina, at William Heinesen og aðrir dansktskrivandi føroyskir rithøvundar kunnu verða lýstur undir liðini á øðrum føroyskum rithøvundum, ella tey sum vilja hava eina smala føroyska kanon, har mátistokkurin er eitt trongskygt tjóðskaparfokus? Tey sum taka undir við seinna sjónarmiðnum um tað nú eru onnur enn Carl Jóhan Jensen hugsa sum um William Heinesen ikki hevur verið við í føroysku tjóðarbyggingini!
Kanon, bókmentasøga og bókmentagreining hanga saman og hjá einari ungari tjóð sum Føroyum legst tað tjóðarbyggjandi elementið aftrat. Ein kann ikki skriva eina tekstagreining (av einum teksti einum dámar væl) uttan at kanonisera og sostatt fremja ein fagufrøðiligan smakkdóm, sum sigur, at henda yrkingin, henda stuttsøgan, henda skaldsøgan er serliga góð og tí eigur at vera lisin. Bókmentasøgan er ikki minni kanoniserandi, og her er stríðið harðari enn aðrastaðni, tí hóast bókmentirnar eru skrivaðar á tjóðarmálinum, so eru undantøk sum eitt nú Jørgen-Frantz Jacobsen, William Heinesen og aðrir danskskrivandi føroyskir rithøvundar.
Keldur
Clausen, Egon: Den skadelige kanon. Tiderne Skifter, 2005
Florida, Richard: The Rise of the Creative Class. And how its transforming work, leisure, community and everyday life. New York 2002
Hansen, Bergur: Uden grænser. Ummæli í Weekendavisen 20.-26. februar 2004 av The Rise of the Creative Class eftir Richard Florida
Rothstein, Klaus: Tid til forundring. En debatbog om den borgerlige kulturkamp. Tiderne Skifter, 2005