Kanska merkist koppsetingin longu

Ein danskur professari heldur, at vit kanska longu nú síggja ávirkanina av, at fólk blíva koppsett móti korona

Síðani 19. januar er talið av deyðum orsaka av korona í Danmark støðugt lækkað. Tann 19. januar vóru skrásett 39 deyð orsaka av korona í Danmark, og seinasta samdøgrið var talið bara ein deyður persónur.

Sambært Thorkild I. A. Sørense, sum er professari emeritus í epidemiologi við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, so kann stóra lækkingin í talið av deyðum møguliga hanga saman við, at fleiri gomul fólk eru blivin koppsett. Tað sigur hann við danska blaðið Berlingske.

- Eg vil skotið uppá, at tað stóra fallið í smittutalinum er fyrst og fremst orsaka av, at landið hevur latið aftur. Men tað er einki at ivast í, at koppsetingarnar nú eisini fara at síggjast aftur, og kanska er tað longu hent. Næstan øll á ellis- og røktarheimum kring landið eru koppsett nú, og tað vænti eg er ein av orsøkunum til, at talið av deyðum er fallið so nógv, sigur hann við blaðið.