Stjórin í samtakinum, sum eigur fiskavirkið í Vestmanna, váttar, at eitt felag á Bornholm, sum kallast Espersen, hevur spurt seg fyri um møguleikarnar fyri at keypa fiskavirkið í Vestmanna Fyri sløkum tveimum mánaðum síðan læt samtakið, sum keypti seks ísfiskaskip og fýra virkir, fiskavirkið í Runavík uppaftur. Hetta er soleiðis einasta virki av teimum fýra, sum er komið í gongd aftur.
Fiskavirkið í Vági er selt Faroe Farming, og lítið hevur bent á, at fiskavirkið í Vestmanna fer at verða latið uppaftur í bræði. Á Toftum er heldur einki virksemi komið í gongd aftur.
Tað hevur ljóðað, at eitt felag á Bornholm, sum kallast Espersen, hevur víst fiskavirkinum í Vestmanna áhuga.
Jógvan Dávid Jacobsen, annar av stjórunum í samtakinum, sum keypti hesi gøgn úr trotabúnum eftir Faroe Seafood, váttar, at Espersen-felagið hevur spurt seg fyri um fiskavirkið í Vestmanna.
Hann sigur, at ein fyrispurningur er eisini úr Føroyum um júst hetta virkið.
Jógvan Dávid Jacobsen sigur seg ikki vita, hvat felagið á Bornholm ætlar at brúka virkið til, um tað kemur til keyp.
Tað er einki til hindurs fyri, at útlendingar eiga virkir á landi í Føroyum, eins og hálendingar eiga at kalla alt virkið hjá Faroe Pelagic í Kollafirði.