Kanu sendi Portsmouth í finaluna

Zoltan Gera hjá West Bromwich ruddaði ikki bóltin burtur, og so var lag á manni hjá Nwanku Kanu at seta bóltin í netið til 1-0. Tá vóru 54 minuttir farnir.

Hetta gjørdist einasta málið í FA Cup hálvfinaluni millum West Bromwich Albion og Portsmouth.

Í finaluni skal Portsmouth spæla ímóti vinnaranum av hinari hálvfinaluni, sum verður millum tvey lið úr næstbestu deildini, Barnsley og Cardiff. Tann hálvfinalan verður leikt á Wembley Leikvøllinum í morgin.

Dysturin millum Portsmouth og West Bromwich var rættuliga keðiligur í 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki gjørdist væl frægari. Milan Baros kundi avgjørt, men Kiely í WBA-málinum forðaði fyri, at støðan gjørdist 2-0.

Stutt eftir hetta rakti Carl Hoefkens hjá WBA yvirleggjaran. WBA pressaði, men endin var, at Portsmouth sigraði. Portsmouth er í sínari fyrstu FA-Cup finalu síðani 1939. Í 1939 vann Portsmouth 4-1 á Wolverhampton Wanderers í finaluni.

Portsmouth kom í FA-cup finaluna í bæði 1929 og 1934, men í báðum førum taptu teir.