Kapittul í føroyskari kappróðrarsøgu av

Tað skrivar Róðrarfelagið Knørrur.

 

Bátsfelagi Katrinar, Juliane Elander Rasmussen, heldur fram í elitukappróðri og hevði tí brúk einum avloysara, og tað kann ikki vera hvør sum helst, tá man bestillur billett til OL.

 

Avloysarin er funnin og eitur Anne Lolk, og hon er eingin hvølpur, tí sum fjórfaldur heimsmeistari í maratonrógving og eini glitrandi mongd av altjóða heiðursmerkjum í fikkuni má hon sigast at vera ein ógvuliga virðiligur og kompetentur avloysari.

 

Men Anne hevur ongantíð róð í báti, sum vit kenna tað. Hon hevur nevniliga vunnið øll síni heiðursmerki í kajakkrógving, og umskiftið at rógva við rygginum fram er sjálvandi eitt stórt lop at taka, kropsliga sjálvandi, men ikki minst mentalt.

 

Anne hevði annars boðað frá, at hon var givin at rógva, men tá ið Juliane ringdi til hennara og beyð henni tóma sessin hjá Katrini og harvið kjansin at sleppa til OL í London 2012, tók hon av, tí tann avbjóðingin var ov stór og spennandi at siga nei til.

 

Fyri føroyska kappróðrarsøgu kann bert staðfestast, at ein stórur kapittul er liðugt skrivaður.