Um vikuskiftið er árliga Mjølnir-kappingin í Klaksvík. Kappingin, ið ber heitið BankNordik-kappingin, verður fyri tað mesta spæld í Badmintonhøllini, ið vanliga hýsir flogbóltinum, men nú so nógvir dystir eru á skránni, verða eisini fimleikahallir brúktar til dystirnar í 2. deildunum.
Í meistaradeildini hjá kvinnum eru liðini koyrd í tveir bólkar, har Fleyr, Dráttur og ÍF eru í øðrum og SÍ, Ternan og KÍF í hinum. Tey tey fremstu liðini í hvørjum bólki koma í hálvfinalur, og vinnararnir av teimum spæla finalu sunnudagin klokkan 14. Mjølnir er ikki við, tí Mjølnir hevur longu umvegis landskappingina vunnið sær pláss í steypafinaluni, men annars var tað SÍ, ið vann Fleyr-kappingina, tá hon var í heyst.
Hjá monnunum eru bara trý meistaradeildarlið sum eru ÍF, Fleyr og Mjølnir, og tey spæla øll í einum bólki, sum endar við, at nummar eitt og tvey spæla finalu sunnudagin klokkan 16. SÍ er ikki við, tí sørvingar hava tryggjað sær finalupláss umvegis landskappingina. SÍ vann annars Fleyr-kappingina, har finalan var ímóti Mjølni, sum tískil »arvar« hálva atgongumerkið tann vegin.
Í 1. deild hjá kvinnum eru Mjølnir B, SÍ, Mjølnir A, Fleyr og KÍF í einum bólki, har spælt verður soleiðis, at nummar eitt í bólkinum er vinnari, men annars var tað Mjølnir B, sum vann Fleyr-kappingina. Og í 1. deild hjá monnum er støðan tann sama, at Mjølnir A, Fleyr, Mjølnir B og Ternan spæla í einum bólki, har nummar eitt vinnur kappingina. Fleyr A vann annars Fleyr-kappingina, tá hon var.
At enda eru tað so 2. deildirnar, har tveir bólkar eru hjá kvinnum, har Mjølnir A, Mjølnir C og Ternan eru í øðrum, og Mjølnir B, KÍ, ÍF og KÍF eru í hinum. Tvey tey fremstu í hvørjum bólki koma í hálvfinalur og vinnararnir spæla finalu. Í 2. deild hjá monnum eru Mjølnir B, SÍ A, Mjølnir A og SÍ B í einum bólki, og har verður nummar eitt í bólkinum vinnari.