Kappast í Triathlon

Kappingarárið hjá súkklarum byrjar nú av álvara, og fyrsta kappingin sum Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri í ár er árliga kappingin í Sprint Triathlon.

Triathlon er ein ítróttargrein, ið er samansett av trimum kappingargreinum, og eru hesar svimjing, súkkling og renning.

Tað er TSF, ið saman við Havnar Svimjifelag, ið skipar fyri hesari kapping. Í vetra hálvuni liggur ikki so væl fyri at súkkla, og tí eru tað fleiri súkklarar, ið halda seg í form við at renna og svimja. Tí hevur TSF avgjørt, at fyrsta kappingin í árinum verður Sprint Triathlon, soleiðis at eitt endamál er við hørðu vetravenjingini.

Tá kappast verður í Sprint Triathlon verður fyrst svomið 750 metrar. Síðani verður súkklað 22 kilometrar, og seinast verður so farið í renniskógvarnar t renna 5,5 kilometrar.

- Møguleiki verður at kappast í Triathlon á komandi oyggjaleikum á Isle of Man, og vit vóna tí at luttøkan verður góð. Kanska er hetta eitt gott høvi hjá føroyskum ítróttafólki at vinna sær eitt pláss á føroyska Triathlon landsliðnum komandi summar, sigur ein av fyrireikarunum, Evald Rasmussen.

Svomið verður sjálvandi í Svimjihøllini í Gundadali. Síðani verður súkklað út á Ringvegin, niðan eftir Sundsvegnum, oman eftir Vegnum Langa, oman eftir Hvítanesvegnum, og aftur út á Ringvegin. Hesin teinur verður súkklaður fýra ferðir. Runnið verður á økinum kring Plantusøluna, og runnið verður fyrst niðan eftir Hvítanesvegnum, inn eftir Skræddaragøtu, og so oman eftir gøtuni aftan fyri Plantusøluna og út aftur á Hvítanesvegin. Hesin teinur skal rennast seks ferðir.

Kappingin byrjar sunnudagin 7. mai kl. 12, men luttakararnir skulu møta kl. 11.

Tey, ið hava hug at luttaka kunnu ringja 31 90 30 ella 31 65 52.

Tey, ið luttaka skulu súkkla í hjálmi.

Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri minst tveimum Triathlon kappingum á hvørjum ári, og seinna kappingin, kappingin um FM heitið, verður í heyst.