KÆRA
Tað var stórt virksemi í føroyska fótbóltsheiminum upp undir vikuskiftið og serliga upp undir sera týdningarmiklu uppgerðina á Sevmýri ímillum uppflytararnar báðar, sum manna tvey tey niðastu plássini á støðutalvuni.
Í øllum stillum vildi TB hava spæliloyvið hjá Óla Johannesen úr Hvidovre og til Tvøroyrar. Óli Johannesen er leysur av Hvidovre, nú kappingin í Danmark er liðug og sáttmálin millum hann og danska 1. deildarfelagið er farin úr gildi. Tvørámenn søgdu, at Óli var komin til Tvøroyrar í summarfrí, og at teir fingu at síggja, hvussu tað fór at verða við fótbótsspælinum hjá honum. Men tá Skála og TB hitaðu upp sunnudagin, var Óli Johannesen ímillum teir fyrstu ellivu hjá TB. Einki bein var í flytingini. Á síðu 94 í skipanini stendur, at fyri at útskriva loyvisbræv til spælara við føroyskum borgararætti til Føroya, at viðkomandi felag í Føroyum biður FSF um loyvisbræv til viðkomandi. Við umbønini skal upplýsast navn, føðingardagur, bústaður í útlandinum, navn á útlendska felagnum og landinum. FSF søkir síðan avvarandi fótbóltssamband um leysgeving. Tá leysgeving frá útlendska fótbóltssambandinum fyriliggur hjá FSF, verður loyvisbræv útskrivað.
Soleiðis siga ásetingarnar, og sambært Ísak Mikladal, aðalskrivara í FSF, vóru eingir trupulleikar hjá teimum at fáa spæliloyvi hjá Óla Johannesen flutt úr Danmark og til Føroya.
Bústaðurin
Verri royndist tað hjá skálamonnum, sum stríddust við at fáa teir tríggjar rumenarnar, ið eru komnir til Skála at spæla fótbólt, tøkar til uppgerðina á Sevmýri. Tað eydnaðist ikki. Kappingarnevndin segði nei, og tá Skála leygardagin legði málið fyri dómsnevndina, var svarið eisini nei.
Spurningurin um uppihladsloyvi og arbeiðsloyvi var ikki avgreiddur hjá danska útlendingastýrinum. Tað hevði við sær, at tað ikki bar til at fáa p?tal og fastan bústað í Føroyum.
? Vit kærdu avgerðina hjá kappingarnevndini til dómsnevndina, tí vit hildu, at vit høvdu formligu krøvini á okkara síðu, og vit vildu hava eina prinsipiella avgerð.
Tað sigur Kurt Rasmussen, formaður í Skála Ítróttarfelag. Hann sipar til grein 17 og annað stykki í kappingarreglunum. Har eru orðingarnar kanska eitt sindur mótstríðandi. Í endanum stendur, at útlendskur leikari í øllum deildum uttan 1., 2., 3. og 4. deild menn og 1. deild kvinnur kann fáa loyvisbræv, tá hann er skrásettur í fólkayvirlitinum sum fluttur til Føroya. Um spælarar í 1., 2., 3. og 4. deild og 1. deild kvinnur verður sagt, at við umsóknini skal fyriliggja skrivlig váttan frá leikaranum og felagnum, hann leikar við, um ætlaðu flytingina. Harafturat skal fylgja við um váttan frá útlendska fótbóltssambandinum fyriliggur um, at viðkomandi leikari er leysgivin til Føroya.
? Fyri tveir av rumensku spælarunum hava vit fingið spæliloyvi henda vegin. Vit hildu ikki, at kravið um fastan bústað var galdandi í hesum førinum, og tí kærdu vit avgerðina hjá kappingarnevndini. Men vit fingu ikki viðhald, og so arbeiða vit við at fáa viðurskiftini í rættlag inntil næsta dystin. Hann verður annað mikukvøld ímóti B68, sigur Kurt Rasmussen.
Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, er fegin um, at júst hesin spurningurin varð royndur hjá dómsnevndini.
? Tá aðalfundurin broytti grein seytjan var tað tíðarfreistin, sum tað snúði seg um. Í staðin fyri 31. mai varð síðsta freist fyri fráboðanini um útlendskar spælarar flutt til 10. august. Í upprunaliga uppskotinum vóru lægru vaksnamannadeildirnar ikki við, men tær komu við eftir broytingaruppskot á fundinum. Tað vil siga, at um t. d. ein útlendskur lærari kemur henda vegin um miðjan august, og hann hevur hug at spæla fótbólt í 3. ella 4. deild, so hevur hann ikki loyvi til tað, um flytingin ikki er avgreidd innan 10. august. Fótbóltsreglurnar mugu fylgja reglunum í samfelagnum sum heild. Tað er ikki loyvt at arbeiða í Føroyum, um ein persónur ikki hevur uppihaldsloyvi og arbeiðsloyvi og bústað í Føroyum. Kappingarnevndin góðtekur avrit av bláa persónstalskortinum sum prógv um, at formellu viðurskiftini eru í lagi. Men tað ber ikki til at fáa hetta í lagi, fyrrenn viðurskiftini við Útlendingastýrið og fólkayvirlitið eru fingin upp á pláss. Fyri at eingin ivi skal vera, so hava vit á síðu 94 í kappingarskipanini gjølla útgreinað, hvussu tað skal farast fram, tá útlendskur spælari kemur til Føroya. Eg havi ikki sæð niðurstøðuna hjá dómsnevndini, men eg kann bara staðfesta, at teir hava hildið seg til somu fatan av tingunum, sum kappingarnevndin hevur gjørt, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.