Kappróður
Ofta hava sigrarnir verið trivaligir í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum, og ofta hevur tað verið sami vinnari í øllum róðrunum.
Serliga hevur tað verið Jarnbardur, sum ofta hevur vunnið nógv.
Higartil í ár hevur tað verið Gongurólvur, sum hevur vunnið hvørja ferð. Í Klaksvík vann Gongurólvur við hálvari bátslongd á Sølmundi, á Skála var sigurin á Páll Fanga vunnin við so lítilum muni, sum tað ber til, og á Sundalagsstevnu var Gongurólvur aftur fremstur.
Aftur hesa ferð var Páll Fangi næstfemstur, og aftur hesa ferð var munurin so mikið lítið, at tað tykist vera møguleiki fyri, at Gongurólvur skal stríðast nógv í næstu róðrunum fyri at halda tørn um oddasessin.
Um annar vinnari skal finnast, so vísti róðurin leygardagin, at tað kann væl fara at vera ein triði bátur, sum fer at bjóða av.
Jarnbardur bjóðaði beinanvegin av í oddastríðnum. Jarnbardur helt seg leingi millum teir fremstu, men at enda tóktist tær ikki hava so góða venjing, sum hinir báðir fremstu bátarnir. Sammett við undanfarnu ferðirnar var kortini talan um framgongd. Á norðoyastevnu varð Jarnbardur nummar fimm – átta sekund frá oddasessinum, á fjarðastevnu varð Jarnbardur nummar fýra – seks sekund frá oddasessinum, og leygardagin varð Jarnbardur nummar trý og fýra sekund frá oddasessinum.
Í endaspurtinum vóru tað Gongurólvur og Páll Fangi, sum vóru í tættari kapping. Páll Fangi lá eina løtu til at vinna fyrsta sigurin í ár, men á síðsta teininum vigaðu tøkini meiri hjá teimum umborð á Gongurólvi, sum vann og harvið hevur vunnið allar tríggjar róðrarnar, sum higartil í summar eru avgreiddir.