Kappingin millum USA og Europa, Hvar liggja smálond sum Danmark? og hvar liggja Føroyar?

Spurningurin er í stuttum: Hvussu ber tað til at framleiðslan (bæði av vørum og tænastum) veksur skjótari í USA enn í Europa?
London­blaðið The Economist viðger í seinasta nummarið ein spurning, sum búskaparfrøðingar hava havt ilt við at svara uppá higartil. Teoriirnar, sum eru vanligar á flestøllim universitetum, kunnu ikki brúkast, og politikkmakarar hava tí eingi amboð

Blaðgreinin er ein kritisk viðger av vísindaligari grein, á eingilskum kallað Appropriate Growth Policy ( á føroyskum kanska: nýtiligur vakstrarpolitikkur) skrivað av tveimum amerikanskum økonomum, Philippe Aghion og Peter Howitt. Tað, sum eg skrivi í hesi grein, er bert ein roynd at endurgeva høvuðsinnihaldi og perspektivini, soleiðis sum The Economist refererar tað. Haraftrat kanska binda eitt umfar aftrat um Føroyar sum eitt aparte land.
Eg hugsaði eisini, at hetta lítla íkastið kundi verið gangligt í orðaskiftinum um Landsstýrisins Visión 2015, sum hevur sum endamál at gera Føroyar í 2015 verða millum bestu lond at virka og liva í

Hvat siga tær vanligu teoriirnar?
Tær vanligu teoriirnar um búskapraligan vøkstur kunnu brúkast til at forklára hví rík lond eru rík, og hví fátæk lond eru fátæk. Men teoriirnar hava lítið ella einki at siga um , hví summi rík lond, sum til dømis USA, hava skjótari ella størri vøkstur enn onnur rík lond, sum til dømis mesta av Europa. Teoriirnar siga heldur einki munagott um, hvat ið hesir eftirbátar skula gera fyri at seta ferðina upp, og kanska kunna taka oddafiskarnar aftur.

Greinin sigur, at í høv­uðs­heitum eru tríggir bólkar av teorium, sum leggja dentin ymsastaðni.
"Kapital-akkumulatión.
Ein leggur dent á, at kapi­tal-akkumulatión (akku­mulatión: upphóping, sam­ansavning) er for­treyt fyri vøkstur í fram­leiðslu. Henda læran kann kanska forklára, hví eysturasiatisku lond­­ini fóru fram um suðuramerikansku londini í vøkstri í seinnu helvt av farnu øld (1900-talinum). Men teoriin kann ikki for­klára hví Europa er komið at liggja aftanfyri USA, sum at kalla onga uppsparing hevur.
"Góðar institutiónir.
Onnur leggur dent á, at landið skal hava góð­ar og vælvirkandi sam­felagsligar institutiónir ella stovnar í breiðari merk­ing. Eitt vælsmurt og trimmað umsitingartól, sum ikki er korrupt, og har mannagongdirnar eru klárar og einfaldar. Henda teori kann í mongum føri forklára gloppið ella gjónna millum rík og fátæk lond. Men ikki hví tað er munur millum tey hampuliga ríku londini sínámillum.
"Innovatiónir
Ein triðja teori leggur áherðslu á , at innovatión er kraftin, sum setir ferð á framleiðsluna. Høv­­undarnir at nýggju greinini, Aghion og Ho­­witt, siga, at henda teori higartil ikki hevur kunnað forklárað, hvussu eftirbátar kunnu taka teir fremru aftur. Dømið er Europa, sum í eini 30 ár aftaná Annað Heimskríggj hevði nógv skjótari vøkstur enn USA, men so kom ein tíð har vakstrarlagið stóð á jøvnum, og seinast hevur USA so lagt Europa aft­urum í so máta.
Tey fremstu og tey næstfremstu
Í ritgerðini hjá Aghion og Howitt er teknologisk fram­gongd á einum týðandi plássi. Tankagongdin er í hesum føri rættiliga einføld Teir siga, at í einum givnum landi kann vinnulívið antin brúka bestu teknologiina sum fæst, ella hon kann brúka nakað, sum ikki er tað mest framkomna. Her er tað, at teir fara at skilja ímillum, eisini hvat vinnulívspolitikki viðvíkur.
"Tey mest framkomnu lond­ini, ella sum teir siga  tey sum liggja á the cutting edge  hava fyri neyðini at brúka innovatión, sum motor til búskaparligan framgongd.
"Tey, sum ikki eru við í sjálvum oddabólkinum, men liggja í kjalar­vørr­in­um, kunnu skapa fram­gongd og vøkst við at taka upp framleiðsluhættir, sum kanska ikki eru tær mest teknologiskt avan­ceraðu í verðini, men sum tó eru betri og effektivari enn tað, sum higartil hevur verið brúkt í framleiðsluni.

Henda einfalda niðurstøða kann sigast at avmynda veru­leikan rættiliga væl. Tað er ein munur innanhýsis millum lond í tí bólkinum, ið verða mett at vera rík, væl­standandi og í góðari framgongs.
Høvundarnir avleiða so tvær konklusiónir
Konklusión A: Tað er mun­ur á teimum, sum liggja all­ar­fremst, og teimum sum koma beint aftaná. Og hetta er avgerandu fyri, hvør vinnupolitikkur skal førast. So, ikki er vist, at londini í jagstrandi bólkinum, skulu brúka sínar kreftir uppá sama máta sum oddaliðið. Tað er munur á hvat skal til, um oddaplássi skal hald­­ast og konsoliderast, ella um jagstrandi liðið í næsta bólkinum skal kunna fylgja við, og kanska hava møguleika at taka oddaliðið aftur.
Í hesum sambandi hevur útbúgving avgerandi týdn­ing. Í londum, sum liggja nær the cutting edge er framgongdin nær knýtt at einum super-høgum útbúgv­ingarstøði. Men í næsta bólk­inum, í jagstrandi bólk­i­num, hevur útbúgving eis­ini týdning, men her er tað eitt annað slag av út­­búgving, sum krevst. Uni­­­versitetsútbúgvingar hava her ikki avgerandi týdning, men grundskúlin og miðnámsskúlin hava lut­fallsliga meiri at siga.
Høvundarnir lýsa hetta við nøkrum dømum.
"USA brúkar umleið 3% av framleiðsluni (GDP) til hægri útbúgving. ES brúkar bert 1,4%.
"Meira enn ein triðingur av amerikanarum hava eina hægri útbúgving, í ES er hetta minni enn fjórðingur.

Men europeisku londini hava so eina betri útbygda mið­námsútbúgving (se­condary school) enn USA. Hetta taka høvundarnir, Aghion og Howitt, sum ábending um, hvussu tað bar til hjá Europa at koma fyri seg aftaná kríggið, fáa skjótan vøkstur í langar periodur. Men ongantíð komu europeisku londini fram um USA á tí teknologiska økinum.
Konklusión B: Flestu teoriir viðgera spurningin um kapital-akkumulatión, men ongar ella fáar við­gera fyribrigdi kapital-oyði­legging. Hetta er tó einki nýtt fyribrigdi, tí longu Marx skrivaði um Entwertung des Kapitals fyri 150 árum síðani.
Spurningurin snýr seg um, hvussu læt tað er hjá nýggjum framleiðarum og ídnaðargreinum at koma fram at og inn á marknaðin. Hetta kann antin henda á tann hátt, at gamlir leikarar vera útspældir og heilt nýggir sleppa framat. Ella tað kann eisini ske á tann hátt at gomlu spælararnir fáa sær ein hvøkk at teim nýggju, sum troðka seg fram; teir fáa sær modernaði framleiðslutól og vinna kampin á tann hátt. Her eigur hugtakið, sum er sera væl kent í føroyskum politikki, stuðulspolitikkur at koma inn. Ger slíkur poilitikkur í longdini meria skaða enn gagn?
Hvar liggja Føroyar?
Hetta, sum í stuttum er fram­lagt omanfyri, kann ikki beinleiðis brúkast uppá føroysk viðurskifti. Føroyar liggja á ongan hátt ella uppá nakran máta á the cutting edge, hvørki teknologiskt ella í gransking ella út­­búgv­ing. Og koma heldur ongantíð at liggja har!
Men tað er áhugavert, at leiðandi búskaparfrøðingar skifta orð um munin millum tey fremstu og næstfremstu stóru búskaparøkini í heimi­num, millum USA og ES. Tað kundi givið møguleika til umhugsan av støðuni hjá smáum, men lutfalsliga ríkum londum, sum liggja á fjórða, fimta ella sætta plássi í búskaparligum høpi.
Í donskum strategi-ætl­­anum um framtíðina (hvørj­um skulu vit liva av um 10 ár?) havi eg sæð fleiri ferðir, at Danmark skal taka støði í tí veruleika, sum ikki slepst undan, at landið er pinkalítið  og tí aparte (víkir frá). Í Danmark búgva umleið 1% av íbúgvunum í ES. Tí skulu strategiirnar viðvíkjansi vøkstri, satsing, gransking og útbúgving byggja á at landið er aparte, lítið og fyllir bert eina nisju.
Er Danmark lítið og aparte so er Føroyar upp aftur minni og enn meira aparte. Spurningurin er um nakrar búskaparligar teoriir yvirhøvur kunnu brúkast í Føroyum? Eg nevni hetta, tí ofta havi eg varhugan av, at politikkur á hesum øki, ofta bert er herming og avskriving, uttan atlit til at landið er burturav aparte. Ofta kennist tankagongdin aftur, sum liggur í kendu orðunum hjá konginum av Sachsen, tá hann sá ein jarnbreytartunnil í Einglandi: So ein Ding müssen wir auch haben
Minst helvtin av okkara ungdómi skal hava hægri útbúgving segði Løgmaður í Ólavsøkufrá-greiðingini í ár. 3% av BTÚ skal brúkast til gransking og menning. Tað ljóðar gott, menn eingin hevur enn undirbygt, umm hetta er skilagott.
Kanska skulu Føroyar, aparte sum tær eru, ganga heilt aðrar leiðir?
&

Keldur:
The Economist: Economic focus: Closing the gap. Oct. 29th 2005, p 86
Aghion & Howitt: Appropriate growth Policy, A unifying framework.

Løgmaður: Frágreiðing Løgmans á Ólavsøku 2005. Føroya Landsstýri