Kappingin á Scilly-oyggjunum verður av ongum

Róðrarsamband Føroya vónar kortini, at tað fer at eydnast teimum at finna aðra útlendska kapping til føroyska kappróðrarfólkið

Kappróður
Páll Holm Johannesen

Seinastu árini hevur verið fastur táttur hjá føroyskum kappróðrarfólki at kappast um luttøku á GIG-róðrarkappingini á Scilly-oyggjunum. Síðan 2000 hava føroyingar róð kapp á Scilly-oyggjunum. Alt bendir nú á, at luttøkan á Scilly verður av ongum komandi ár.
Høvuðsstuðulin aftanfyri føroysku luttøkuna, oljufelagið Faroese Partnership, hevur boðað Róðarsambandinum frá, at endamálið við stuðulinum er rokkin, og at tíðin er búgvin at stuðla øðrum pørtum í føroyska samfelagnum. Luttøkan á Scilly-oyggjunum er sera kostnaðarmikil, og samstarvið við Faroese Partnership hevur verið hornasteinurin undir luttøkuni hjá føroysku kappróðarmanningunum. Nú samstarvsavtalan er uppsøgd, tykist rættiliga sannlíkt, at føroyingar ikki vera umboðaðir í kappingini á Silly oyggjunum komandi vár.
Formaðurin í Róðrarsambandið Føroya, Hannis Joensen, er harmur um avgerðina hjá Faroese Partnership, men skilur kortini væl avgerðina, tí stuðulin er sera kostnaðarmikil hjá felagnum. Hannis Joensen leggur dent á, at partarnir skiljast í sátt og semju, og Róðrarsambandið takkar Faroese Partnership fyri gott samstarv seinastu árini.
Sum skilst á formanninum í Róðrarsambandi Føroya, so verður arbeitt við at finna aðrar kappingar í útlondunum til føroyska kappróðarfólki, tí stórur áhugi er fyri slíkum kappingunum millum kappróðrarfólki, sigur formaðurin Hannis Joensen


Stórt spell
Seinast í apríl mánað í ár, var kvinnumanningin á Jarnbardi á Silly oyggjunum og kappaðist. Ein av Scilly-veteranunum er róðurskvinnan á Jarnbardi í fjør, Jannie Dam Jacobsen. Hon hevur verið við í kappingini á Scilly oyggjunum tríggjar ferðir. Hon heldur at tað er stórt spell, at luttøkan í kappingini nú verður av ongum. ? Tað er eitt stórt upplivilsi at luttaka, og kappingin er ein eyka gularrót hjá kappróðarfólkinum, og tí er tað stórt spell, at kappingin á Scilly ikki fer at hava føroyska umboðan komandi ár, sigur Jannie Dam Jacobsen at enda.