3. og 4. juni hittast umboð úr umleið 25 fiskivinnutjóðm á FAREC-ráðstevnu í Havn.
Óli Samró setti ein støkk í bæði íslendskar og norskar reiðarar tá hann í 2000 legði fram sínar fyrstu metingar av hvussu fiskivinnan virkar í Íslandi, Føroyum og í Norra. Tølini Óli Samró hevði samla vístu týðuliga hvussu hvørt einstakt fiskiskip í hesum londunum kláraði seg, og samstundis kundi ein lesa eitt samla yvirlit sum vísti hvat av londunum sum kláraði seg best.
Íslendska reiðarafelagið var í øðini tá Óli Samró kom til Íslands og vildi leggja fram tølini. Grundarlagið sum er brúkt eru rokniskapir saman við einum hópi av øðrum tølum og prísum sum til samans avdúka hvussu gongdin er hjá skipunum sum eru løgd inní skipanina.
Nú er Óli Samró og FAREC aftur klárir við nýggjum tølum. So reiðarar, fiskimenn og onnur sum gjarna vilja vita hvussu gongur hjá grannanum fáa á FAREC-ráðtevnuni svar uppá hetta.
Tølini sum verða løgd fram vísa hvussu fíggjarliga gongdin er hjá fiskivinnuni í Ísland, Føroyum og Norra. Fyri norðmenn er hetta alt annað hugaligur lesnaður.
Nýggjar niðurstøður
Í løtuni situr Óli Samró og ger tær endaligu niðurstøðurnar, og tær skulu so leggjast fram á ráðstevnuni har ljóskastarin er settur á hvussu teori samsvar við tann veruleikan sum fiskivinnan upplivir.
Óli Samró sigur at tann veruleikin allir fiskimenn í dag liva undir er ein globalisert verð, og tá mugu vit leggja okkum eftir tí.
? Tíðin er farin frá at klandrast millum smáar bygdir ella bátar. Í dag noyðist fiskivinnan, og tá meini eg eisini tann einstaki, at samskifta líka gott við ein kinverja, ein bankamann við slipsi sum ein føroyskan útróðrarmann, sigur Óli Samró.
Hetta er nakað av kjarnuni í tí sum verður viðgjørt á ráðstevnuni.
? Um tann føroyska fiskivinnan ella fyri tað skuld ein og hvør fiskivinna í heiminum skal yvirliva, so noyðast tey viðganga at tey eru partur av einum globaliseraðum heimi og seta seg inn í hvussu altjóða leikpallurin virkar, sigur Óli Samró.
Hann leggur afturat at globaliseringin er so nógvar ferðir meir krevjandi enn tann veruleikin okkara fiskivinna hevur liva undir.
? Fyri okkara fiskivinnu, og tað sama er galdandi fyri grannalondini hjá okkum, so livdu vit í okkara egnu verð til fyri heilt stuttum.
Tá Óli Samró í 2000 kom við sínum fyrstu framløgum um støðuna í Íslandi, Føroyum og Norra, skiltu nógv ikki hva tein skuldi brúk slíkar samanberingar til.
Nýggj hugsan
Óli Samró leyp hvøkk á íslendsku reiðararnar tá hann í 2000 legði fram sínar fyrstu samanberingar sum vístu at reiðaríini ikki vóru so effektiv sum tey vildu vera við sjálvi. Norskir reiðarar skiltu hel-dur ikki rættiliga hvat tað var hesin fíggjarfrøðingurin fekst við. Men teir sóu at han hevði brotið roknskapartølini niður í tann minsta smálutin og kundi fortelja reiðarunum hvussu nógva olju teir brúktu pr. dag. Upplýsningar sum reiðaríini vanliga halda fyri seg sjálvi.
? Rokniskapir, rentabilitetur og onnur fyribrigdi var ikki áhugavert. Talan var bert um fiskastovnar, ráfiskalóg og annað sum stýrdi tí heimligu fiskivinnuni. Men vit síggja í dag at tann fiskaseljarin sum ikki hevur sett seg inn í hvussu marknaðurin virkar og dugir at lesa marknaðin og hvat hann vil hava av vørum, hevur ongan kjans.
? At framleiða nakað marknaðurin ikki vil gjalda fyri ber ikki til!, sigur Óli Samró.
? Um ein skal yvirliva, so framleiðir ein tað kundin ynskir, og ikki tað tú heldur kundin vil hava, sigur Óli Samró.
? Heimurin liggur í dag opin fyri teimum sum vilja royna seg. Hetta er eisini ein orsøk til at umboð fyri eini 25 fiskivinnutjóðir koma til Føroyar á ráðstevnuna.
Óli Samró, sum eisini er formaður í fiskidaganevnd-ini, hevur síðani 1999 arbeitt við at byggja upp hendan teldubasan, sum í dag er tann mest umfatandi yvir íslendska, førøyska og norska fiskivinnuídnaðin.
Á ráðstevnuni á Hotel Føroyum koma serfrøðingar frá øllum fiski-vinnutjóðunum í Europa. Harafturat koma serfrøðingar heilt úr Grønlandi til Bangladesh fyri at seta seg inn í tað sum FAREC fæst við.