Í dag fara 72 bátsmanningar at rógva sætta – og næstseinasta – FM-kappróðurin í ár. Róðurin verður í Miðvági, har Vestanstevna verður hildin um vikuskiftið.
Stórur spenningur er um flestu róðrarnar. Bert hjá 5-mannafør við gentum hevur sami bátur, Firvaldur, vunnið allar róðrarnar. Í fleiri av hinum róðrunum fara bátar stavn um stavn fram móti FM-heitinum, og nú er tað, at endaspurturin skal setast inn, tí bert tveir róðrar eru eftir. Í dag á vestanstevnu og um tvær vikur á ólavsøku.
Veðurvánirnar eru hampuligar í dag. Tað verður útsynningur mesta av degnum, 7-10 m/s, fyrst nakað av regni og út á dagin skýggjað og ælaveður.
Barnaróðurin byrjar kl 13:30, og umleið kl 15:00 fara 5-mannafør við kvinnum at rógva. Seinastu róðurin er 10-mannaførum, og roknað verður við, at hann byrja beint fyri kl 17:00.
Barnaróður, Dreingir
Flaggið upp kl 1330
4 Knúkur
5 Ørnin
6 Svalan
7 Falkur
8 Tjaldrið
(Ver) Ingibjørg
10 Firildur
11 Jallurin
12 Beinta
13 Tekla
Barnaróður, Gentur
Flaggið upp kl 1355
4 Falkur
5 Frúgvin G
6 Pílur
7 Svalan G
8 Firvaldur
(Ver) Ingibjørg
10 Sjógvin G
11 Fípan Fagra
12 Havfrúgvin
13 Ørnin
14 Knúkur
6-mannafør, Masters
Flaggið upp kl 1450
7 Smyril
8 Fortuna
(Ver) Jarnbardur
10 Gongurólvur
5-mannafør, gentur
Flaggið upp kl 1505
4 Fenja
5 Báran
6 Hulda GG
7 Falkur
8 Drekin G
(Ver) Firvaldur
10 Pílur GG
11 Kollur
12 Beinta G
13 Royndin Fríða
14 Blikur
6-mannafør, kvinnur
Flaggið uppkl 1520
8 Sølmundur
(Ver) Rádni
10 Páll Fangi
5-mannafør, dreingir
Flaggið upp kl 1550
3 Ingibjørg
4 Títlingur
5 Firildur
6 Drekin
7 Teistin
8 Royndin Fríða
(Ver) Sílið
10 Fípan Fagra
11 Jallurin G
12 Frúgvin
13 Havfrúgvin
14 Pílur
6-mannafør, menn
Flaggið upp kl 1605
6 Jarnbardur
7 Hósvíkingur G
8 Hvessingur
(Ver) Sundabáturin
10 Fortuna
11 Lómur
5-mannafør, kvinnur
Flaggið upp kl 1635
6 Tekla
7 Sílið
8 Erla Kongsdóttir
(Ver) Jallurin
10 Drekin
11 Teistin
8-mannafør, menn
Flaggið upp kl 1645
7 Knørrur
8 Argjabáturin
(Ver) Tofta Regin
10 Árnfirðringur
11 Miðvingur
10-mannafør, menn
Flaggið upp kl 1655
7 Havnarbáturin
8 Klaksvíkingur
(Ver) Ormurin Langi
10 Drekin Reyði G