Jóannes Hansen
----
Tað var ikki lukkuligt, sum tað leikaði á, áðrenn tað eydnaðist at fáa kappróðurin í Fuglafirði avgreiddan. Leygardagurin og sunnudagurin á varmakeldustevnu í Fuglafirði 2013 vóru áminning um, at kappróðurin í Føroyum er heilt serligur. Undirlagið er sjógvur í firðum, vágum og sundum, har tað kann roknast við øllum veðri – heilt frá silvitni og til so ógvusligar stormar, sum møguleiki er fyri hesa ársins tíðina. Tað valdast eisini um streym og rák, ætt og vindmegi og avfall og hita. At tað einki ber til at gera við hetta, vóru leygardagurin og sunnudagurin góð áminning um.
Leygardagurin var so rísin, sum tað næstan ikki sømir seg degi í hægstu summartíð at vera. Róðrarsambandið tók sær eingi óráð fyri, og kappróðurin varð útsettur inntil sunnudagin. Tað var ein skilagóð avgerð. Tað eigur ikki at vera minsti ivi um trygdina hjá teimum, sum rógva. Í Føroyum er tað oftast soleiðis, at um ein dagur er ljótur, so er tað oftast soleiðis, at tann næsti er betri. Soleiðis vísti tað seg eisini at vera hesa ferð.
Nú aftaná ber til at harmast um, at avgerðin um at útseta kappróðurin ikki varð tikin fyrr á degnum, enn hon var tikin. Tað hevði kanska byrgt upp fyri, at bátar og vognar komu so illa fyri, sum teir gjørdu, tá ið 6-mannafarið Lómur hjá Argja Róðrarfelag og vognurin, sum tað stóð á, lættu sær á í Kollafirði, og báturin fórst so mikið illa, at hann møguliga verður vrak. Men vit kunnu so fegnast um, at eingin mannaskaði hendi leygardagin í samanspælinum millum kappróður og illveður.
10-mannafør
1 Klaksvíkingur 09:17.09
2 Suðuroyingur 09:18.17
3 Havnarbáturin 09:24.06
Støðan
1 Klaksvíkingur 34
2 Suðuroyingur 31
3 Havnarbáturin 25
8-mannafør
1 Argjabáturin 09:35.01
2 Miðvingur 09:38.01
Støðan
1 Argjabáturin 34
2 Miðvingur 31
3 Gullbrandur 10
6-mannafør menn
1 Sølmundur 05:00.09
2 Sundabáturin 05:01.15
3 Herningur 05:02.08
4 Gongurólvur 05:02.10
5 Rádni 05:02.17
6 Jarnbardur 05:03.01
7 Tvørabáturin 05:04.07
8 Strálan 05:05.05
9 Lómur 05:06.15
10 Riddarin 05:10.21
Støðan
1 Sølmundur 32
2 Gongurólvur 27
3 Jarnbardur 26
4 Herningur 20
5 Strálan 12
6 Riddarin 7
7 Sundabáturin 6
8 Tvørabáturin 6
9 Rádni 4
10 Lómur 0
5-mannafør gentur
1 Erla Kongsdóttir 05:32.24
2 Blikur 05:48.08
3 Sílið 05:52.05
4 Ørnin 05:53.13
5 Spógvin 06:02.00
Støður
1 Erla Kongsdóttir 35
2 Blikur 25
3 Sílið 23
4 Ørnin 21
5 Jallurin 15
6 Spógvin 10
7 Firvaldur 4
8 Tjaldrið 2
9 Tambar 1
5-mannafør kvinnur
1 Ørnin 05:34.14
2 Havfrúgvin 05:35.00
3 Tjaldrið 05:38.00
4 Teistin 05:39.03
5 Falkur 05:41.00
6 Hvassi 05:41.01
7 Drekin 05:42.22
Støðan
1 Havfrúgvin 34
2 Teistin 26
3 Ørnin 25
4 Falkur 22
5 Tjaldrið 18
6 Drekin 3
7 Hvassi 3
6-mannafør kvinnur
1 Jarnbardur 05:42.19
2 Rádni 05:52.08
3 Lómur 05:59.15
4 Herningur 05:59.17
Støðan
1 Jarnbardur 35
2 Rádni 29
3 Lómur 23
4 Herningur 15
5 Sølmundur 7
5-mannafør dreingir
1 Drekin 05:21.16
2 Fípan Fagra 05:24.07
3 Royndin Fríða 05:26.09
4 Jallurin 05:26.17
5 Silja 05:35.15
6 Ternan 05:40.01
7 Blikur 05:41.10
Støðan
1 Drekin 34
2 Royndin Fríða 28
3 Jallurin 24
4 Fípan Fagra 23
5 Blikur 14
6 Ternan 10
7 Silja 3
8 Sílið 3
9 Frúgvin 1
Barnaróður dreingir
1 Beinta 02:54.09
2 Junkarin 02:58.16
3 Fípan Fagra 03:03.15
4 Jomfrúgvin 03:16.11
5 Falkur 03:24.19
6 Ternan 03:26.10
Barnaróður gentur
1 Fípan Fagra 03:00.18
2 Spógvin 03:02.09
3 Títlingur 03:02.12
4 Jallurin 03:09.20
5 Silja 03:17.04
6 Firvaldur 03:29.05