Sambært talið á manningum, sum hava boðað frá, at tær ætla at taka lut í FM kappingini í summar, so eru ábendingar um, at tað ikki verður so stór luttøka, sum tað hevur verið undanfarnu árini. Í fjør boðaðu 96 manningar frá, at tær ætlaðu sær at taka lut. Í ár er talið 81. Í fjør lá luttakaratalið á hvørjari stevnu umleið 60. Tað letur til, at talið í ár verður eitt vet lægri.
- Royndirnar siga okkum, at tað altíð eru væl fleiri manningar, sum boða frá luttøku, enn talið er á manningum, sum møta upp.
Hetta sigur Hannis Joensen, sum framvegis er formaður í Róðrarsambandinum. Hannis vísir eisini á, at hóast luttakaratalið kanska fer at verða knappliga so stórt í ár, sum tað eitt nú var í fjør, so eru aðrar ábendingar um, at áhugin fyri kappróðrinum ikki er minkandi.
- Í nýggja kappingarárinum verður luttøkan størri kring landið, enn hon hevur verið undanfarnu árini. Eitt nú fara sandingar fyri fyrstu ferð at taka lut. Hoyvíkingar hava bjóðað seg fram, og so verður aftur eitt 10-mannafar úr Suðuroy við í kappingini.
Sandingar hava keypt eitt 6-mannafar frá Havnar Róðrarfelag. Tað er tann Gongurólvurin, sum Magni Nielsen smíðaði fyri nøkrum árum síðani. Hann luttók í fjør undir navninum Víkingur. Tá luttók Havnar Róðrarfelag við einum nýggjum Gongurólvi, sum Sámal Hansen hevði smíðað. Nú eitur tann báturin Víkingur, og Havnar Róðrarfelag bjóðar seg enn eina ferð fram við nýggjum Gongurólvi. Gamla Víkingin hava teir altso selt til Sands.
Stór kapping
Seinnu árini hevur tað gingið eitt sindur striltið við luttøkuni í kappingini millum 10-mannafør. Okkurt árið hava tey bara verið fýra, sum hava kappast. Til nýggju kappingina hava níggju bátar boðað frá luttøku. Kortini er greitt, at tríggir teirra fara ikki at vera við í kappingini um FM heitið, sjálvt um onkur teirra kanska fer at luttaka í onkrum róðrinum. Klaksvíkingur, Skálabáturin og Ormurin Langi fara neyvan at verða drúgvir.
- Fyri kappingina er tað sera hugaligt, at hoyvíkingar nú fara at taka lut við nýggjum 10-mannafari. Hoyvík er stórt pláss, og har eru nógvir ungdómar. Teir luttaka í fleiri ítróttargreinum, og tí er tað sjálvsagt, at teir eisini fara at taka lut í kappróðri. Báturin er mannaður við royndum rógvarum, so tað er einki at ivast í, at teir fara at gera seg galdandi. Vágbingur er eisini mannaður við royndum monnum. Havnarbáturin, Eysturoyingur, Vestmenningur og Nólsoyingur eru altíð framvið. So vit hava loyvi at rokna við og gleða okkum um, at kappingin millum 10-mannaførini fer at vera breiðari og størri, enn hon nakrantíð hevur verið, heldur Hannis Joensen.
Skifta ímillum
Fleiri ferðir hevur tað verið soleiðis, at tær fyrstu kappingarnar hava verið á longru teinunum, og at tað fram ímóti Ólavsøku og á Ólavsøkuni hevur verið kappast á styttru teinunum. Manningarnar hava so havt møguleika at laga venjingina eftir hesum. Soleiðis verður tað ikki í ár. Nú fer tað at verða kappast næstan skiftivís á longru og bara styttru teinunum.
Á Norðoyastevnu fer at verða kappast á 1000 og 1500 metrum. Á Skálafjørðinum og í Hvalvík fer at verða kappast á øllum trimum teinunum. Á Jóansøkuni í Vági fer bara at verða róð á stutta teininum innanfyri brimgarðin, og í Vestmanna fer eisini bara at verða kappast á 1000 metrum. Á Vestanstevnuni í Sørvági fer at verða róð á 1000, 1500 og 2000 metrum, og so verður endað á Havnarvág og á 901,30 metrum.
Fyrireikaðu seg
Síðsta leygardag hevði Róðrarsamband Føroya sett allan dagin av til fyrireikingar til róðrarárið, sum stendur fyri durum. Fyrrapartin vóru tveir fundir. Annar var við dómararnar - startdómararnar, høvuðsdómararnar og eygleiðararnar. Síðani var fundur við stevnufyrireikararnar. Seinnapartin vóru tvey umboð fyri hvørja manning bjóðað í neystið hjá Argja Róðrarfelag, har tað varð greitt frá og víst, hvussu tað gongur fyri seg, tá ið bátarnir verða lagdir, og tá ið tað verður farið undir róðurin og kappast.
- Vit hava sera góðar royndir av hesum tiltakinum. Tað er gevandi at koma saman og tosa um tingini undir øðrum umstøðum, enn tær eru, tá ið spenningur og nervar eru uppi í, og tá ið eingin hevur ráð til nakran kiksara. Vit vóna, at hetta tiltakið, sum er á skránni stutt undan Norðoyastevnu, skal hava við sær, at felags fatanin verður størri, og at tað slepst undan misskiljingum og kiksarum, sum øll vilja sleppa undan, sigur Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandi Føroya.