Arbeitt verður við at veita føroyskum kappróðrarfólki møguleikar fyri fleiri altjóða avbjóðingum. Hetta var eitt av málunum, sum formaðurin í RSF, Hannis Joensen, gjørdi nokk so fitt burturúr á aðalfundinum leygardagin.
? Vit kanna møguleikarnar fyri at fáa limaskap í altjóða róðrarfelagsskapinum, og vit rokna ikki við, at tað verður so trupult. Á fundi í Reykjavík í fjør fingu vit greiðar ábendingar frá hinum norðurlendsku róðrarsambondunum um, at teir fara at stuðla okkum, um vit søkja um altjóða limaskap, sigur formaðurin í RSF.
Í summar hittu umboð fyri RSF umboð fyri altjóða róðrarsambandið í Helsingfors. Føroyingarnir vóru áhugaðir í at frætta um, hvørjar treytir og ábyrgdir fylgja við limaskapi, og síðani hava teir fingið nógv tilfar sendandi frá altjóða felagnum.
Avbjóðingar
Í RSF hava tey higartil ikki hildið, at tíðin var komin til at senda umsókn um altjóða limaskap, men tað kann hugsast, at tað fer ikki at ganga so rúm tíð, áðrenn tað verður gjørt.
? Í fyrstu atløgu ræður um hjá okkum at syrgja fyri, at fleiri róðrarmanningar enn higartil fáa høvi at royna seg í altjóða kappingum. Vit hava betri fíggjarligar møguleikar fyri tí nú, enn vit hava havt áður. Lotto pengarnir, sum vit fáa úr Danmark, skulu brúkast til ítróttarlig tiltøk, og tað er í tí sambandinum, at vit hugsa um altjóða avbjóðingar.
? Kappróðrarfólkið er ikki so forvant við altjóða luttøku, og alt hevur áhuga. Í fyrstu atløgu hava vit hugsað um at geva manningum, sum standa seg væl, møguleika at taka lut í kappingum í Danmark, t.d. sovornum sum føroysk feløg eru við til at skipa fyri, men hvussu tað verður við hesum, er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um enn, sigur Hannis Joensen.
Scilly oyggjarnar
Altjóða luttøkan í kappróðri hevur higartil verið avmarkað til, at besta 10?mannafarið hevur luttikið í kappróðrinum í Scilly oyggjunum. Hetta verður gjørt við stuðli frá Amerada Hess.
Nú ætla kvinnurnar umborð á Jarnbardi at taka lut á Scilly oyggjunum komandi ár. Tær syrgja sjálvar fyri fíggingini, men Amerada Hess hevur syrgt fyri, at tær sleppa uppí part og at tær fáa bát at rógva við.
? Sammett við t.d. fótbóltin, so ger tað seg galdandi hjá okkum, at róðrarfólkið skal hava aðrar bátar at kappast í, enn teir, sum verða brúktir í Føroyum. Men hetta eru spurningar, sum tað ber til at arbeiða við og finna loysnir á. Málið er at geva teimum, sum í føroyska róðrarárinum leggja nógv í venjingina, møguleikar at royna seg aðrar tíðir á árinum, og tað rokna vit við fer at bera til. sigur formaðurin í RSF.jh