53 mió. krónur skulu sparast á almannaøkinum.
Tað hevur samgongan sett sær fyri, og ein av spariætlanunum, sum mett er at geva umleið 10 mió. krónur, er ein broyting í lógini um almannapensjónir.
Sum er fáa fólk fyritíðarpensjón frá tí degi, sum pensjónin verður játtað teimum, men eftir lógaruppskotinum verður ein karensskipan knýtt at, soleiðis at ein fyritíðarpensjonistur fer at missa fyrstu tríggjar mánaðirnar av eftirgjaldinum, um málstíðin verður longri enn tað.
- Mett verður, at miðal inntøkumissurin fer at vera millum 30.000 krónur og 40.000 krónur aftaná skatt, stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið.
Annika Olsen, landsstýriskvinna heldur ikki, at lógarbroytingin fer at raka nakran órímiligt. Verandi skipan heldur hon vera í so rúmliga, og onga aðrastaðni ber til sum her at fáa fyritíðarpensjón og aðra veiting samstundis. Hon heldurikki, at fólk, sum søkja fyritíðarpensjón verða so illa fyri í bíðitíðini, tí ein stórur partur hevur í tí tíðarskeiðinum antin dagpengar ella forsorgarhjálp at liva av.
Men Ingrid Henriksen, sum er skrivari í Landsfelag Pensionistanna hevur aðra áskoðan.
- Hatta er eitt grovt álop á okkara sosiala trygdarnet. Fólk, sum koma í ta støðu, at tey søkja um at fáa fyritíðarpensjón, hava ofta havt lítla inntøku frammanundan, og tað r eyðmýkjandi hjá teimum at skula biddaragongd at biðja um forsorgarhjálp, og tá skulu tey eisini venda øllum, sigur Ingrid Henriksen.