Kári Svensson telist millum okkara kendastu listafólkum, á tí nýggju framsýningini blandar hann tøkni og arbeiðshættir og gongur sostatt nýggjar leiðir.
Framsýningin er ein røð av listaverkum gjørd á papír og ikki lørift, sum vit vanliga kenna Kára fyri. Hann hevur ikki slept akryl málingini, men blandar her við vatnlitum, oljumáling og blýanti á papír, úrslitið er ein røð av einastandandi verkum.
Framsýningin verður í Gallarí Havnará og letur upp hósdagin, Kristi himmalsferðardag kl. 16.00, og øll eru vælkomin
##med2##
##med3##