- Eg má bara boyggja høvdið og siga, at eg angri. Orðini eigur Kári P. Højgaard tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin og fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum.
Hann var við í samgonguni, tá ið flatskatturin varð settur í gildi og tá ið samgongan samtykti at skatta pensjónirnar við inngjald. Men í kjalarvørrinum á rumblinum um Eysturoyartunlinum, varð hann koyrdur frá sum landsstýrismaður fyri einum góðum ári síðani.
Og nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar, ásannar hann, at hann angrar, at hann var við til at gjøgnumføra forskattingina av pensjónum, soleiðis sum málið endaði. Tað, Kári P. Højgaard serliga angrar, er, at nú tá ið pensjónirnar verða skattaðar við inngjald, verða tær skattaðar við 40 prosent, akkurát sum allar aðrar inntøkur. Og tað er væl meiri enn fólk rindaðu í pensjónsskatti áðrenn flatskatturin varð settur í gildi. - Eg má boyggja høvdið og angra sigur hann.
Kári P. Højgaard heldur, at tað kann taka hugin frá fólki at spara saman til pensjón, tá ið tey skulu rinda 40 prosent í skatti av inngjaldinum. Hann sigur, at tað sum umræður, er, hvat fólk hava eftir, tá ið tey spara saman til pensjón og nú pensjónirnar verða skattaðar við inngjald, fara fólk at fáa nógv minni útgoldið í pensjón, tá ið tann tíðin kemur.
Hinvegin staðfestir Kári P. Højgaard eisini, at avgerðin í samgonguni um at skatta pensjonir við inngjald, var longu avtalað ímillum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, áðrenn teir smáu flokkarnir komu upp í samgonguna, so tað vóru ongar samráðingar um hetta. - Vit fingu bara at vita, at antin góðtóku vit hetta og vóru við í samgonguni, og góðtóku vit tað ikki vóru vit uttanfyri.
|