Karin Kjølbro hugleiðir um góð ellisár

Seinnapartin í morgin fer Karin Kjølbro at hugleiða um góð ellisár, og tiltakið verður í Runavík.

Myndin av Karini Kjølbro, sum Bókasavnið við Løkin hevur sent In.fo, er lænt frá www.kvf.fo

Í morgin - týsdagin 23. februar klokkan 15 - kemur Karin Kjølbro á vitjan á Bókasavninum við Løkin í Runavík, har hon fer at hugleiða og tosa um góð ellisár.

Hetta er eitt ókeypis tiltak, sum er fyriskipað í samstarvi millum Bókasavnið við Løkin og Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu, og tiltakið er serliga ætlað teimum eldru borgarunum.

- Karin Kjølbro hevur nógvar áhugaverdar lívsroyndir og upplivingar, sum hon kann taka støði í, tá hon skal tosa um góð ellisár.

Lagt verður aftrat, at Karin er fødd í Klaksvík og er útbúgvin sosialráðgevi. Hon var fyrsti leiðari á Kriminalforsorgini, sum varð sett á stovn í 1977.

- Í 1978 var Karin onnur av fyrstu kvinnunum, íð vórðu valdar beinleiðis á Føroya løgting. Sosialpolitikkur í breiðari merking hevur havt hennara stóra áhuga.

Á Bókasavninum við Løkin vita tey eisini at siga, at Karin Kjølbro í 1971 var ein av stovnarunum av Javna.

- Hon hevur eisini verið í fremstu røð í arbeiðnum fyri javnstøðurættindum millum kynini. Hóast hon nú hevur lagt sítt borgarliga starv frá sær, er hon framvegis vís og virkin.

Tiltakið er partur av eini røð av hugnaligum og upplýsandi seinnapartstiltøkum, sum Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu og Bókasavnið við Løkin samstarva um.