Karin í Mettustovu

   

Mánakvøldið tann 11. januar kl. 20 skipar Kvinnufelagið í Havn fyri fundi í Mettustovu, har Karin Kjølbro tosar um


Arbeiðsloysi/ lønt arbeiði hjá kvinnum í Føroyum.


Støðan viðvíkjandi løntum arbeiði hjá kvinnum í Føroyum í dag er hættislig. Dupult so nógvar kvinnur sum menn fáa gjald frá Arbeiðsloysistryggingini, so skilið er hvørki gott ella rættvíst.

Men hví er støðan sum hon er, og hvat kunnu vit gera fyri at bøta um hana? Hetta eru spurningar, sum Karin tekur upp, og teir nerta bæði við hugburð, mentan og eitt nú við skúlaverk okkara. Hvat muna útbúgvingarnar hjá kvinnum, hvat hevur kreppan forvolt, og hvussu ávirka tvørrandi dagrøktarplássini kvinnur?

Nógv er at tríva í hjá Karini Kjølbro, forkvinnu í stýrinum fyri ALS, og fundurin mánakvøldið er gott høvið hjá kvinnum at spyrja og annars at siga sína hugsan um hesi truplu viðurskifti.