Triathlon
DM-kappingin í sprint-triathlon varð hildin í Ganløse á Norðursælandi. Joan og Karina eru báðar partur av liðnum hjá KTK86 – København Triathlon Klub af 1986 - og tvær ferðir áður hava tær verið við til at vinna gull. Í fjør kiksaði tann parturin tó, og tí var eingin ivi um hvat málið var hesaferð.
Veðrið at kappast í var ikki av tí besta, og sum skilst nervaði hetta serliga súkklingina, sum var nærum hættislig at gjøgnumføra. Men hetta forðaði tó ikki hálvføroyska liðnum í at halda seg frammi í oddinum. Í sprint ræður um at svimja 750 metrar, súkkla 20 kilomotrar og renna 5 kilometrar, og hetta gjørdu tær á KTK86 ein minutt og 20 sekund skjótari enn nakað av hinum feløgunum. Nummar tvey gjørdist OTK úr Odense, meðan Esbjerg Tri & Multisport gjørdist nummar trý.