Karl fer at seta krøv næsta ár

? Vit skulu hava munandi viðbøtur fyri ymisk sløg av arbeiðið og tær samráðingarnar skulu byrja tíðliga næsta ár. Verður ongin semja, verður heldur ongin sáttmáli gjørdur næstu ferð ogso steðgararbeiðið, sigur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag

 

Samráðingar


Næsta ár skulu samráðingar verða ímillum Havnar Arbeiðsmannafelag og arbeiðsgevararnar um um at hækka lønina.

Tað eru viðbøturnar fyri ymisk arbeiði, sum her verður hugsað um.

Havnar Arbeiðsmannafelag heldur, at viðbøturnar, sum verða givnar fyri ymisk arbeiði, eru blivnar alt ov lágar.

Hann sigur, at arbeiði verða meiri og meiri spesialieserað og tað eigur at síggjast aftur í lønini.

? Í veruleikanum eru ongir arbeiðsmenn eftir, nú eru alt spesialarbeiðarar. Men samstundis eru viðbøturnar fyri ymis serarbeiði alsamt dragnaðar afturút og nú eru tær alt ov lágar.

Seinast, vit gjørdu sáttmála, samdust vit eisini við arbeiðsgevararnar um at hittast aftur í komandi ári at tosa um viðbøtur og ískoyti fyri ymisk spesialarbeiði.

?Viðbøturnar eru dragnaðar so langt afturút, at tað gongur slett ikki meir, tí nú eru arbeiðsamboðini heilt øðrvísi, enn tey vóru fyrr.

?Tá ið vit lossaðu fyrr, høvdu vit trukkar á keiini, sum tók eitt tons, ella bæði tvey. Men í dag taka trukkarnir 40-50 tons og tað má merkjast aftur.

?Tá ið Tjaldrið kom niðri frá fyrr, hevði tað eini 700-800 tons av farmi. Men tað skuldu einir 40 mans til at lossa tað og tað tók tveir dagar. Nú ber tað til hjá seks, sjey monnum at lossa fleiri túsund tons um dagin, tá ið skipini koma.

?Arbeiðið er so nógvar ferðir effektivari nú, enn tað var fyrr. Men lønin hevur als ikki fylgt við. Og tí er tað greitt, at viðbøturnar fyri spesialini skulu nógv uppeftir.

?Teir, sum koyra hesir ovurhonds trukkarnir á keiini í dag, fáa ikki hundrað krónur um tíman. Í Danmark fáa teir 200 krónur um tíman, ella tvær ferðir so nógv.

Fyrr fingu vit eina viðbót fyri at reinsa tangar, sum svaraði til 50% av tímalønini. Í dag er viðbótin ikki meiri enn eini 5%, so nógv eru tær afturútsigldar.

Nú verður tað eisini kravt, at arbeiðsmenn skulu hava telduførleika og alt møguligt og tað má avspeglast aftur í lønini.


Ongin sáttmáli

Karl Johansen sigur, at tá ið Havnar Arbeiðsmannafelag og arbeiðsgevararnir hittast í næstu framtíð at tosa um hesi viðurskiftini, má felagið gera arbeiðsgevarunum púra greitt, at viðbøturnar skulu munandi upp.

? Nú skulu vit hava pening fyri tað, annars verður arbeiðið ikki gjørt, so einfalt er tað.

Karl Johansen sigur, at tí má trað halda uppat nú, at viðbøturnar dragna meiri og meir og hann sær tað sum tað stóra takið fáa hesi viðurskifti í rættlag, ikki bara hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, men eisini hjá øllum fakfeløgunum.

? Vit hava bara ongantíð havt stundir til at samráðast um viðbøturnar, tí samráðingarnar koma ikki longri enn til at snúgva seg um sjálva lønina. Og tá ið so semingsmaðurin kemur uppí, tekur hann slett ikki viðbøturnar við í semingsuppskotini.

Hann sigur, at teir tað neyðugt at taka spurningin um viðbøturnar upp við arbeiðsgevaran beinanvegin næsta ár.

? Tá mugu vit gera arbeiðsgevarunum greitt, at fáa vit ikki hesi viðurskifti í rættlag, áðrenn næstu samráðingar, verður ongin sáttmáli gjørdur, so einfalt er tað, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.